Nýggjur landsliðsleikari

Gøtumaðurin, Súni Olsen, ið spælir yrkisfótbólt í Hollandi, er nýggjur maður í landsliðshópinum, sum í gjár legði leiðina til Svøríkis

 

Landsdystur


Í mun til hópin, sum Allan Simonsen í farnu viku tók út til landsdystin móti Svøríki, eru nú framdar tvær broytingar, sum báðar stava frá skaðum.

Sum nevnt í farnu viku, so hevur Julian Johnsson brotið beinið, og fær tí ikki verið við á landsliðnum, og harumframt hevur Johan Byrial Hansen givið avboð, tí hann hevur fingið ein skaða.


Nýggir menn

Ístaðin fyri hesar leikarar, hevur Allan Simonsen tikið út Andrew av Fløtum úr HB og Súna Olsen úr FC Zwolle. Hvørgin teirra hevur áður spælt í føroyska búnanum, tó at Andrew í Sveis taldist millum teirra, sum sótu samfullar 90 minuttir á beinkinum.

Um úttøkuna av Súna sigur Allan Simonsen, at talan her er um ein leikara, sum teir hava fylgt seinasta árið ella so.

- Eg havi ikki sæð hann spælt, meðan hann hevur verið í Hollandi, men Jógvan Martin (Olsen blðm.) og eg hava annars fylgt við gongd hansara seinasta árið ella so. Nú komu so nakrir skaðar, og harumframt hava eisini verið avboð frá øðrum leikarum, og tí hildu vit, at vit eins væl kundu geva Súna møguleikan nú.


Nýtt lið

Um svenska liðið, sum føroyingar skulu spæla ímóti mikudagin, sigur Allan, at han stórt sæð ikki kennir nakað sum helst til liðið.

Úttøka hevur sjálvsagt eisini verið í Svøríki, og av hesum sæst, at talan meira enn nakað annað er um eitt lið av framtíðar landsliðsevnum. Tað, sum danir ofta kalla eitt ligalandslið.

Tað er nevnliga bert ein leikari, sum áður hevur roynt seg á liðnum, og tað er Håkan Svensson, sum tvær ferðir áður hevur verið í gula búnanum. Eingin av hinum leikarunum hava áður roynt seg í hesum høpi, og harumframt er talan í fleiri førum um sera ungar leikarar. Fleiri av hesum eru niðanfyri 20 ára aldur, so ivaleyst síggja venjararnir dystin sum eitt kærkomið høvi til at síggja, hvussu hesir ungu leikararnir standa seg í altjóða dysti.

Hvørt hetta so er ein fyrimunur ella vansi fyri føroysku leikararnar, er kanska eitt sindur ilt at meta um.

Tað er givið, at eitt svenskt lið við øllum teimum kendu útlendsku leikarunum ivaleyst hevði verið ein nógv størri biti fyri okkara. Ikki minst, tá hugsað verður um, at fleiri av hesum spæla fótbólt í deildum, har kappngin í løutni er í hæddini, meðan okkara menn bert hava vant í ein lítlan mánað, og tískil neyvan eru í fullari venjing enn.

Hinvegin er eisini hugsandi, at nýggju menninir fara at gera alt tað teir mentir, til tess at prógva, at teir veruliga eiga at roknast sum landsliðsevni framyvir.Tað skal tí ikki roknast við, at føroysku leikararnir á nakran hátt fáa ein lættan dyst, tí hóast okkara hava væl meira av royndum á altjøoa støði, so er einki at ivast í, at tá tað ræður um fótbóltsevnini standa svensku leikararnir einki aftan fyri okkara. Kanska er tað heldru tvørturímóti, men tað fáa so øll at siggja mikukvøldið.


Svenski landsliðshópurin


Daniel Andersson, AIK

Andreas Isaksson, Djurgårdens IF

Håkan Svensson Halmstads BK

Johan Wiland, IF Elfsborg

Erik Edman, AIK

Mathias Florén, IFK Norrköping

Fredrik Karlsson, IFK Göteborg

Benjamin Kibebe, AIK

Marcus Lindberg, Helsingborgs IF

Per Nilsson, GIF Sundsvall

Olof Persson, Malmö FF

Jimmy Tamandi, Malmö FF

Gustaf Andersson, IFK Göteborg

Kennedy Bakircioglü , Hammarby IF

Kristian Bergström, IFK Norrköping

Tobias Grahn, Lyngby FC

Petter Hansson, Halmstads BK

Christian Hemberg, Örgryte IS

Zlatan Ibrahimovic, Malmö FF

Stefan Ishizaki, AIK

Markus Johannesson, Örgryte IS

Kim Källström, BK Häcken

Mats Rubarth, AIK

Sharbel Touma, AIK

Christian Wilhelmsson, Stabaek Fotball

Patrik Anttonen, Örebro SK

Mikael Dorsin, Djurgårdens IF

Thomas Magnusson, Trelleborgs FF


Føroyski landsliðshópurin:


Jens Martin Knudsen, NSÍ

Jákup Mikkelsen, Herfølge

Hans Fróði Hansen, B68

Pól Thorsteinsson, Valur

Allan Mørkøre, HB

Øssur Hansen, B68

Jóhannis Joensen, HB

Rógvi Jacobsen, KÍ

Christian Høgni Jacobsen, NSÍ

Fróði Benjaminsen, B68

Andrew av Fløtum, HB

Sámal Joensen, Leiftur

John Petersen, Leiftur

Uni Arge, Akranes

Todi Jónsson, FCK

Kurt Mørkøre, Sogndal

Súni Olsen, FC Zwolle

Óli Johannesen, Hvidovre