Nýggjur landsliðsvenjari í borðtennis

Ungi norðmaðurin, Ole Christian Stenshorne, er settur sum nýggjur venjari hjá borðtennislandsliðnum

Borðtennis

 

Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur Borðtennissamband Føroya sett nýggjan landsliðsvenjara. Í heyst kom franski Hübert Hustache til landið, men hann er nú fluttur til Barcelona, har hann m.a. venur ein part av spanska landsliðnum.

Borðtennissamband Føroya (BTSF) hevur nú funnið avloysaran. Hann eitur Ole Christian Stenshorne, og kemur úr Noregi. Hesin bara 20 ára gamli venjari hevur sjálvur leikt borðtennis á høgum støði, og er tvær ferðir blivin nummar fimm í kappingini um norska meistaraheitið.

Ole Christian býr á Tvøroyri, og umframt at venja tey bæði feløgini í Suðuroy, TBF og Royn, ferðast hann til Havnar eina ferð um vikuna at venja leikararnar í Borðtennisfelagnum Tór.

Hann hevur fingið sáttmála fram til í summar, og fyrsta størri uppgáva hansara verður at fara við føroyska ungdómslandsliðnum til Danmarkar at luttaka í Brøndby Cup um tríggjar vikur.