Nýggjur landsstýrismaður og nýggir aðalstjórar

Mikumorgunin var samkoma í Fiskimálaráðnum í samband við, at løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, handaði Bjørn Kalsø, setanarbrævið sum nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Á samkomuni greiddi løgmaður eisini frá teimum broytingum, sum framdar eru í miðfyrisitingini

Samkoma

Bjørn Kalsø, sum er ættaður av Syðradali, men búsitandi í Klaksvík, hevur verið lærari við Ósáskúlan í Klaksvík. Saman við konuni, Hennibeth og børnunum, Steffan, Sørmundi og Símuni, var hann møttur í Fiskimálaráðnum gjáramorgunin at taka ímóti setanarbrævi og blómum.
Á samkomuni vísti Jóannes Ejdesgaard á, at Bjørn við hesum fær ábyrgd av einum stórum málsøki, sum er grundarlagið undir okkara samfelag.
Løgmaður ynskti nýggja landsstýrismanninum góða eydnu og vónaði, at samstarvið fer at verða gróðrarríkt. Hann segði, at Bjørn fer at fáa alla ta hjálp í starvinum, sum landsstýrið og embætisfólk nú einaferð kunnu veita honum.
- Eg vóni, tú verður verandi leingi í hesum starvi, legði hann aftrat og ynskti Bjørn tillukku við landsstýrissessinum.
Síðan greiddi løgmaður frá teimum broytingum, hann saman við øðrum landsstýrismonnum hevur framt í miðfyrisitingini.
Bjørn takkaði fyri álitið, honum er víst og segði seg vera fullgreiðan yvir, at fiskivinnan er eitt stórt og týdningarmikið málsøki fyri Føroyar.
- Eg eri ógvuliga spentur at byrja í hesum nýggja starvi, og eg vóni, at samstarvið verður gott, soleiðis at vit kunnu fáa nógv av skafti.
Bjørn segði, at tað fyrsta, hann nú fer at gera, er at seta seta inn í tey mál, hann er settur at umsita í landsstýrinum.

Herálvur og Kaj

Løgmaður hevur gjørt av at seta Herálv Joensen, sum hevur verið aðalstjóri í Oljumálaráðnum, í starv sum aðalsjóri í Fiskimálaráðnum. Samstundis er Kaj P. Mortensen, sum hevur havt leiðandi starv í Fiskimálaráðnum, fluttur í starv á Løgmansskrivstovuni, har hann skal virka sum serfrøðingur innan fiskivinnusamráðingar við onnur lond. Fyrisitingin av millumtjóða fiskirættindamálum verður samstundis flutt til Løgmansskrivstovuna.
Jóannes Ejdesgaard takkaði Kaj fyri tíðina í Fiskimálaráðnum og segði seg vænta, at hann fer at gerast eins hollur á Løgmansskrivstovuni.
Løgmaður rósti Herálvi Joensen fyri tíðina í Oljumálaráðnum, sum nú er niðurlagt. Hann segði, at leiðslan í Oljumálaráðnum við Herálvi sum aðalstjóri hevur arbeitt á professionellum støði.
Jóannes segði seg vænta, at Fiskimálaráðið fer at fáa nógv burtur úr hepnu hondini hjá Herálvi.
Herálvur, sum segði nøkur orð á samkomuni, helt skemtandi fyri, at politikarar fáa pening fyri at brúka munn, sum hann tók til, meðan aðalstjórar fáa pening fyri at tiga.
- Kaj og eg eru skyldmenn, og eg vænti, at vit fáa eitt gott samstarv.
Herálvur segði seg eisini fegnast um, at Sólja í Ólavstovu, sum hevur verið aðalstjóri í Almannamálaráðnum, nú fer at taka sær av løgfrøðisliga partinum í Fiskimálaráðnum.
- Eg haldi, at Sólja er ein vælskikkaður løgfrøðingur til starvið sum deildarstjóri, segði Herálvur Joensen.

Broytingarnar

Løgmaður hevur annars gjørt av at seta Aibritt á Plógv, ið higartil hevur verið aðalstjóri í Familju-og heilsumálaráðnum, til aðalstjóra í nýggja Almanna-og heilsumálaráðnum
Sum nevnt er Oljumálaráðið niðurlagt, og tað er Løgmálaráðið eisini. Í staðin er Innlendismálaráðið sett á stovn við Rúna Joensen sum aðalstjóra. Rúni hevur annars verið aðalstjóri í niðurlagda Løgmálaráðnum.