Klokkan 17.15 hittast AB og Skála á Argjum.
Sorin Anghel og AB hava staðið seg betri tvey tey fyrstu umførini, enn tað vóru fleiri, sum høvdu roknað við.
Argjamenn eru framvegis ósigraðir. Úrtøkan er tó ikki meiri enn tvey stig eftir javnleik á heimavølli ímóti 07 Vestur og javnleik á Eiði ímóti EB/Streymi.
Í dag er nýggjur maður á AB liðnum:
-Vit skrivaðu fyri stuttum undir sáttmála við John Tordar Poulsen, og hann verður við í dag, sigur AB venjarin Sorin Anghel.
Jobin Drangastein, sum var skaddur, tá ið AB var á Eiði, er tøkur aftur.
Skála og Eyðun Klakstein eru á veg suður á Argir. Í tveimum teimum fyrstu royndunum er tað ikki eydnast at vinna úrtøku.
-Tað er harmiligt, tí vit halda okkum hava betri uppiborið, men vit halda okkum hava møguleika at vinna úrtøku ídag, sigur Skála venjarin.
Edvin Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann var burturstaddur, tá ið Skála tapti 2-0 á heimavølli ímóti B36. Síðani tá hevur hann tvær ferðir verið á næstbesta liðnum.
Miðverjin Ahmed Mujdragic er framvegis skaddur.