HB er í løtuni á venjingarlegu í Vági. Við á venjingarleguni er ein nýggjur spælari. Talan er um Lukas Giessing, sum hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum.
Hann er uppvaksin í Danmark, men hevur spælt við AB í føroyskum fótbólti. Hann hevur seinastu tíðina spælt við AB í Danmark, men venur í løtuni við HB. Lukas Giessing hevur annars verið settur í samband við B36 móti kappingarenda í fjør.
HB hevur í ár fingið tilgongd av Stefan Radosavljevic og Michal Przybylski, meðan spælarar sum Delphin Tshiembe, Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Tróndur Jensen og Øssur Dalbúð eru farnir víðari. Hinvegin eru spælarar sum Jákup L. Thomsen, Hørður Askham, René Shaki Joensen, Mads B. Mikkelsen og Adrian Justinussen klárir frá byrjan.