Nýggjur orðabanki opin fyri øllum

Í fleiri ár hevur arbeitt verið við einum forriti at hjálpa orðblindum, lesiveikum og øðrum. Nú er hetta forritið tøkt.

Upprunaliga avtalan er gjørd millum Auxilior Technology og Føroya Skúlabókagrunn. Arbeitt verður framvegis við at skipa varandi avtalu, sum væntandi er tøk í næstum.

Orðabankin er nú tøkur hjá øllum at taka niður sum royndarhald á heimasíðuni www.ob.fo, har vegleiðing eisini er at fáa. Hetta haldið varar í 60 dagar.

- Málið er, at frá 1. august er varandi avtala gjørd, sum tryggjar øllum skúlaverkinum atgongd til Orðabankan. Sami leistur sum við orðabókunum hjá Orðabókagrunninum og Sprotanum verður brúktur, upplýsir Magnus Tausen, stjóri í NÁM.

Við hesum stigi vóna tey, at lesing verður munandi lættari hjá teimum, sum higartil hava havt tungt við tí.

- At skipanin er tøk hjá øllum, meta vit sum bestu leiðina at ganga. Tá eru ongar fíggjarligar forðingar hjá tí einstaka, sigur NÁM í skrivi, sum er sent miðlunum í dag.