Jóannes Fonsdal, sum er ættaður av Skála, er settur í starv sum hjáparprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
Jóannes Fonsdal er útbúgvin av Københavns Univeristeti, og varð liðugur við teologiútbúgvingina seinasta summar. Hann var liðugur á pastoralseminarinum til jólar, og er settur í prestastarvið í Suðurstreymoy frá 1. mars í ár, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur.
Jóannes Fonsdal verður prestvígdur og innsettur tann 14. mars, sigur biskupur. Av tí, at konfirmatiónirnar koma í vikunum, sum koma beint eftir grækarismessu, verða víglsa og innsetan sama dag, sigur biskupur.
Hjálparprestastarvið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi er fulltíðarstarv. Tað hevur fyrr verið halvtíðarstarv, men er broytt.
Suðurstreymoyar eystara prestagjald er stórsta kirkjusóknin í landinum og er støðugt vaksandi. Dómprósturin er eisini sóknarprestur í hesum prestagjaldinum. Men hann hevur eisini aðrar uppgávur at røkja sum dómpróstur fyri alt landið, so hansara arbeiðstíð verður býtt soleiðsi helvt um helvt millum sóknarbørnini í Suðurstreymoy og kirkjurnar allar kring landið, sigur biskupur.
Til Suðurstreymoyar eystara prestagjald hoyra Havnar Kirkja, Nólsoyar Kirkja og Kaldbaks Kirkja. Prestarnir við prestagjaldið eru Bjarni Bæk, dómpróstur, Sonja Klein sóknarprestur og nú eisini nýggi hjálparpresturin Jóannes Fonsdal.
Jóannes Fonsdal, sum er 31 ára gamal, er skálamaður. Hann er giftur við Sigrid, sum ættað er av Viðareiði. Tey eiga hálvttriðja ára gamla Andreas og hálvtára gomlu Mariu Louise.
Jóannes Fonsdal hevur, meðan hann hevur búð í Keypmannahavn, verið virkin í kirkjuliðunum bæði í Eliaskirkjuni og í Samuelskirkjuni, har Bergur Jacobsen er prestur hjá føroyska kirkjuliðnum.