Nýggjur PW-handil letur upp á Skála

Í dag, 8. februar, lata feðgarnir, Petur Eirik og Hans Jørgen Djurhuus, nýggjan handil upp á Skála. Handilin húsast í miðhæddini í bygninginum, har JOMA á Skála hevur verið seinastu árini. Hetta er annar PW-handilin, sum teir báðir hava í Eysturoy

Nýggjur handil

Nýggi handilin á Skála er tann fjórði handilin í røðini hjá søldfirðinginum, Petur Eiriki.
Handilin, sum hann hevur á Heykavegi í Havn og handilin á Argjum, eru kendir undir navninum, PE, sum stendur fyri Petur Eirik. Handilin í Norðragøtu, sum hann eigur saman við soninum, Hans Jørgeni, eitur PW og handilin, sum í dag letur upp á Skála, fer eisini at kallast PW. Eins og í Norðragøtu, eru feðgarnir eisini saman um handilin á Skála.
PW er gamla navnið á handlunum í Søldarfirði, sum ættfedrarnir hjá Petur Eiriki og Hans Jørgeni áttu í næstan hundrað ár.
- Vit hava valt at kalla handlarnar í Eysturoy PW ? og ikki PE.
Petur Eirik ásannar, at hetta hevur nakað við kenslur og fortíðina at gera, og hann heldur, at fólk í Eysturoy eru fegin um at síggja gamla handilsnavnið aftur á skeltinum.

Størri úrval

Hann sigur, at handilin á Skála fer at hava eitt størri vøruúrval enn handilin, JOMA, sum læt aftur, 28. januar í ár.
- Hetta verður ein vanligur matvøruhandil við øllum vanligum gerandisvørum. Handilin verður partur av ketuni, Samkeypi, eins og hinir tríggir handlarnir, sum vit hava.
Petur Eirik sigur, at opið verður vanligar dagar frá klokkan 8-22, leygardag frá klokkan 9-22, og sunnudag verður stongt.
Leiðari í handlinum á Skála verður fuglfirðingurin, Palli Vang, sum er útbúgvin bankamaður og í nøkur ár hevur arbeitt hjá FDB, sum er ein Keypssamtøka í Keypmannahavn.
Aftrat leiðaranum, verða trý fólk í føstum starvi á Skála, umframt eini seks ungfólk, sum skiftandi fara at hjálpa til.

Á Selatrað

Petur Eirik veit at siga, at áhugin fyri handilsvirksemi liggur langt, langt afturi í familjuni.
- Tann fyrsti handilsmaðurin í familjuni, sum vit vita um, var Andrias Djurhuus, sum handlaði á Selatrað. Eg havi skilt, at hann var tipp-oldurabbi mín. Í Søldarfirði vóru bæði langabbi, abbi og pápi mín handilsmenn. Pápi og mammubeiggi, Hans Erik Djurhuus og Hans Alberg Weihe, yvirtóku handilin og róku bæði handils-og reiðaravirksemi. Í sínari tíð skapti handilin nógv arbeiði í Søldarfirði, tí fiskaarbeiði var eisini knýtt at hesum virksemi.
Tað var 8. mars 1983, at Petur Eirik læt sín fyrsta PE-handil upp. Hetta var í Stoffalág í Havn. Handilin húsaðist í somu hølum, til hann flutti á Heykaveg á Hálsi í Havn, 28. apríl í fjør.
Petur Eirik stendur sjálvur fyri dagligu leiðsluni á Heykavegi.
Annar PE-handilin hjá Petur Eiriki læt upp á Argjum, 14. mai 2002, og dagligur leiðari á Argjum er Ingi Ørvarodd, sum býr í Havn.
PW-handilin í Norðragøtu eigur Petur Eirik sum nevnt saman við soninum, Hans Jørgeni, og har situr Hans Jørgen við dagligu leiðsluni.
Vit ynskja feðgunum báðum góða eydnu og góðan byr, nú latið verður upp á Skála í dag.