Nýggjur ríkisumboðsmaður

Fyrrverandi skrivarin hjá forsætisráðharranum er útnevndur ríkisumboðsmaður í Grønlandi

 

Grønland fekk í vikuni nýggjan ríkisumboðsmann, tá danska stjórnin útnevndi fyrisitingarleiðaran í Forsætismálaráðnum, Peter Lauritzen, til danskan ríkisumboðsmann í Grønlandi.

Peter Lauritzen, sum er 41 ára gamal, er útbúgvin cand. scient. pol. frá Århus Universiteti í 1988.

Hann var í starvi hjá Arbeiðsmálaráðnum, áðrenn hann kom í starv í Forsætismálaráðnum í oktober 1993.

Í tíð síni í Forsætismálaráðnum hevur Peter Lauritzen millum annað í tíðarskeiðnum 1994 til 1996 verið ráðharraskrivari hjá forsætisráðharranum.

Peter Lauritzen er giftur og eigur fýra børn, verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er frá Forsætismálaráðnum í samband við útnevningina av nýggjum ríkisumboðsmanni í Grønlandi.