Amerikanska stjórnin vil ikki góðtaka, at amerikanarar, sum gera tænastu sum partur av ST-virksemi, skulu kunna dragast fyri nýggja altjóða revsirættin, sum verður skipaður í Haag tann 1. juli. Mikudagin legði USA eitt uppskot fyri ST-trygdarráðið, sum sigur, at amerikanskir hermenn og aðrir amerikanarar, sum gera tænastu fyri ST, skulu ikki dragast fyri revsirættin.
Stjórnin hjá George W. Bush, forseta ber ótta fyri, at amerikanarar kunnu verða drignir fyri revsirættin av politiskum ávum, og nú vil stjórnin hava ST at veita trygd fyri, at amerikanskir ríkisborgarar í altjóða tænastu kunnu ikki dragast fyri rættin.
Úr New York verður sagt, at USA hevur kunnað Bretland og Frakland um uppskotið, men hini limalondini í trygdarráðnum vórðu ikki kunnað um tað, fyrr enn tað varð lagt fram í gjár. Sum skilst hava hini 14 londini í trygdarráðnum lítlan hug at taka undir við amerikanska uppskotinum.
67 lond hava higartil staðfest sáttmálan um tann nýggja revsirættin. Fyrrverandi amerikanski for-setin, Bill Clinton, tók undir við ætlanini, men við ávísum fyrivarni, men stjórnin hjá Bush vil ikki staðfesta sáttmálan.