Nýggjur skúlastjóri á Giljanesi

1. august fær Miðvágs/Sandavágs skúli – eisini nevndur skúlin á Giljanesi – nýggjan skúlastjóra. Tá tekur Regin Marnersson við stjórastarvinum eftir Hans Jørgensen, sum fer frá fyri aldur.

Regin Marnersson er 32 ára gamal og ættaður úr Vági, men hevur fyri tað mesta búð í Havn.

Hann tók læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2005 og hevur síðan nomið sær leiðsluútbúgving á Akademistigi á skeiðsdeplinum á Føroya handilsskúla.

Hann hevur starvast á Tórshavnar Kommunuskúla frá 2005, til hann tók við varaskúlastjórastarvinum.