Nýggjur skúli til framtíðina

Tríati ár eftir at skúlin í Runavík varð tikin í nýtslu, er hann í dag javnaður við jørðina. Á sama staði verður nú ein 2,5 sporaður skúli bygdur, sum lýkur øll krøv sum fólkaskúlin setir. Byggikostnaðurin er 82 mió krónur.

Runavík: Tað sá helst ógvusligt út hjá mongum, tá stórar maskinur løgdu tann 30 ára gamla skúlan í grús eftir stuttari tíð.

Samstundis kundu tey fegnast um, at nú var umsíðir farið undir ta stóru skúlaætlanina í kommununi.

Hóast talan er um eina stóra ætlan, so er líkt til at tíðarætlanin heldur. Og tað skuldi hon helst eisini gjørt.

- Vit miða eftir, at teir fyrstu flokkarnir kunnu byrja skúlagongdina her longu á nýggjárinum, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri.

Nú skúlin við framhaldsdeildini í Runavík er í gerð, hevur verið neyðugt at finna aðrar útvegir fyri undirvísingini hjá hesum næmingum fram til jóla.

Skipað er tí soleiðis fyri, at tvey av stóru samkomuhúsunum í kommununi hýsa hesum næmingum í eina tíð framyvir – 8. flokkur í Elim í Søldarfirði og 9. og 10. flokkur í Kelduni í Skálafirði.


Frammanfyri tíð og krøv

Arbeiðið við at byggja henda nýggja skúlan er í løtuni tað, sum sermerkir ein stóran part av byggivirkseminum í kommununi.

Tá arbeiðið verður liðugt, kunnu skúlabørnini í Runavík eisini fara í ein skúla, sum er útgjørdur við øllum teim hentleikum sum krevjast í dag.

Sambært tíðarætlanini skal framhaldsdeildin byrja aftur í nýggja skúlanum eftir jólafrítíðina, og hinir flokkarnir eitt ár seinni.

Nýggj krøv í lógum og í undirvísing hava gjørt sítt til, at kommunan hevur verið noydd at finna eina aðra loysn til næmingarnar í framhaldsdeildini – og í teimum yngru flokkunum.


Øðrvísi skipan

Við nýggja skúlanum verður skúlin í kommununi savnaður á tveimum støðum ímóti fýra frammanundan.

Hetta førir aftur við sær, at 4. til 10. flokkarnir nú verða savnaðir á einum og sama staði. Og hesir næmingarnir fáa haraftrat bestu umstøður at virka undir og læra tað, tey skulu.

Her verður somuleiðis eitt stórt bókasavn uppá 500 fermetrar, ein kantina sum kann rúma eini 150 fólkum og ein stór aula, sum fer at verða sera vælegnað til mentanarlig tiltøk av ymiskum slagi.

- Tann nýggi skúlin verður toppmodernaður, slær Hans Jacob Lamhauge fast.

- Vit vilja vera ikki vera aftanfyri krøvini, men heldur vera uppá forkant við menningina, sigur borgarstjórin.




470 næmingar og fýra skúlar

Í dag eru fýra skúlar í Runavíkar kommunu – í Runavík, í Søldarfirði, á Glyvrum og í Rituvík.

Við nýggja skúlanum í Runavík verður skúlin hereftir savnaður á tveimum støðum: Forskúlin og 1. til 3. flokkur í Glyvra skúla, og 4. til 10. flokk í tí nýggja skúlanum í Runavík.

Enn er ikki avgjørt, hvat skúlin í Søldarfirði skal nýtast til. Møguleiki er fyri, at hann verður skúli fyri børn við serstøkum tørvi. Skúlin í Rituvík verður ansingarstovnur.

Íalt eru einir 470 næmingar í fólkaskúlanum í Runavík.