Nýggjur stór-sáttmáli til Atlantsflog

Atlantic Airways hevur gjørt enn ein sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, um leiguflúgving.

Tað boðar flogfelagið frá í kvøld.

Talan verður um flúgving suðureftir úr Keypmannahavn frá oktober 2013.

Atlantis Rejser leggur serliga stóran dent á Egyptaland sum ferðamál og tað var fyrsta norðurlendska ferðaskrivstovan, sum beyð ferðafólki at flúgva til Sharm el Sheikh.

Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi til 2016 og umsetningurin er mettur til 80 milliónir krónur í á og 2014. Atlantic Airways skal flúgva fyri Atlantis Rejser úr Keypmannahavn alt árið.

Í november gjørdu Atlantis rejser og Atlantic Airways sáttmála um flúgving úr Billund.

Atlantsflog væntar at fáa sín næsta Airbus 319 í juni.

Men nýggja avtalan ber í sær, at Atlantic Airways fer at útvega sær sín triðja Airbus 319, sum væntandi kemur í flotan í oktober mánaði.

Flogfarið skal eisini røkja flúgving til Føroya úr Keypmannahavn umframt aðra leiguflúgving.

- Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna um flúgving suðureftir styðjar væl upp undir okkara mál at fáa fleiri flogfør av slagnum Airbus 319 í flúgving, sogur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Samstarvið við kilenska flogfelagið DAP ruddar samstundis slóð fyri at minka um talið á teimum eldru British Aeospace-flogførunum.

Eitt flogfør fór til Kili millum jóla og nýggjárs, og útlit eru til, at tað næsta fer til Kili í oktober, sigur hann.

Í flotanum hjá Atlantsflogi eru í løtuni eitt Airbus 319-flogfar, trý flogfør av slagnum British Aerospace og haraftrat tvær tyrlur.

Móti ársenda roknar felagið við at hava trý Airbus-flogfør og eitt av slagnum Birtish Aerospace.