Nú skal nýggjur studentaskúli byggjast í Vági.
Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið hevur sett eina millión av á fíggjarlógini komandi ár til at projektera nýggjan miðnámsskúla í Vági.
Ætlanin er so at seta tilsamans 21 milliónir av, umframt mvg, til at byggja skúlan fyri.
Peningurin skal setast av í 2001, 2002 og 2003, so at skúlin skal vera liðugur í 2003.
Torbjørn Jacobsen sigur, at ætlanin er at seta eina bygginevnd at fyrireika arbeiðið. Ætlanin er at velja bygginevndina heilt skjótt so at hon sleppur til verka beinanvegin í komandi ári.
Bygginevndin skal síðani leggja arbeiðið til rættis, men landsstýrismaðurin væntar, at arkitektakapping verður fyriskipað um skúlan.
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur havt eina umskiftiliga tilveru. Tey fyrstu árini var undirvísing bæði á Tvøroyri og í Vági. Seinni var hann fluttur til Vágs burturav, men har hevur hann hildið til í trimum ymsum húsum og tað eru ikki tær bestu umstøðurnar.
Ein orsøk til, at skúlin ikki langt síðani hevur fingið hóskandi høli, er, at suðuroyingar samdust ongantíð um, antin skúlin skuldi vera, á Tvøroyri ella í Vági. Í áttatiárunum var neyðsemja gjørd um at byggja skúlan í Hovi. Skúli varð teknaður, men so kom kreppan og beindi fyri teirri ætlanini.
Torbjørn Jacobsen sigur, at ætlanin er ikki at byggja uppí skúlan sum er, men at byggja ein spildurnýggjan skúla og hann skal vera í Vági.