Nýggjur tingmaður ovfarin av úrslitinum

?Vit royndu at fáa fólk um at brúka høvdið meiri enn hjartað og tað gav úrslit, sigur Johan Dahl, nyvaldur tingmaður fyri sambandsflokkin

Løgtingsvalið

? Eg fari at brúka tingsessin til at arbeiða fyri Suðuroynni ? og til at arbeiða fyri Føroyum sum heild.
Nývaldi tingmaðurin hjá sambandsflokkinum í Suðuroynni, Johan Dahl, er ómetaliga væl nøgdur við valið.
Hann hevur ikki sitið á tingið fyrr, men við 300 persónligum atkvøðum, var tingsessiurin hesuferð bæði tryggur og sannførandi. Sostatt fekk Johan Dahl væl meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum næsti maður á listanum, sum var Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum fekk 114 atkvøður.
At Johan Dahl bleiv nýggja stjørnuskotið hjá sambandinum í Suðuroy, fekst ein ábending um longu á fólkatingsvalinum, tí hóast tað var fyrstu ferð, hann stillaði upp yvirhøvur, fekk hann yvir hálvtannaðhundrað atkvøður.
?Sjálvsagt hevði eg vónað at vit fingu eitt gott væl, men at eg skuldi fáa 300 atkvøður, hevði eg ikki droymt um, sigur hann.
Sjálvur hevði hann væntað, at sambandsflokkurin fekk eitt gott val, men hann sigur, at tað góða úrslitið er sanniliga ikki komið av sær sjálvum.
? Vit hava arbeitt hart uppundir valið. Vit hava tosað nógv við fólk, vit hava skrivað nógv og vit hava rikið dúgliga. Vit hava roynt at føra okkara mál fram og fyrst og fremst hava vit heitt á fólk um at brúka høvdu ístaðin fyri at lata seg stýra av hjartanum. Sjálvsagt skal hjarta vera við, men politikkur er ikki bara ein spurningur um kenslur, tað er eisini ein spurningur um vit og skil og tað hevur veljarin tikið at sær.

Menna Suðuroynna
Vit spurdu síðani Johan Dahl, hvat hann ætlar at brúka núvunna tingsessin til.
?Eg vóni sanniliga, at vit koma í samgongu, so at vit fáa ávirkan og har fari eg at brúka tingsessin til at arbeiða á ein hátt, sum gagnar samnfelagnum best møgiligt. Men eg fari eisini at brúka tingsessin til at arbeiða fyri Suðuroynni.
Johan Dahl sigur, at í Suðuroynni er tað nøkur mál, sum tað hevur stóran týdning at fáa upp á pláss.
? Fyrst og fremst er tað tunnilin ímillum Øravík og Hov, sum vit mugu arbeiða fyri.
Annars hevur Johan Dahl róð framundir, at politikarar í Suðuroy skulu seta seg saman at gera eina suðuroyarætlan, har teir stinga út í kortið, hvussu teir vilja hava oynna at síggja út um 20-30 ár, heilt úre Sandvík, suður til Sumbiar.
?Nú valið er av, stendur hann framvegis við, at tann ætlanin skal gerast.
? Vit skulu gera ein áhugabólk fyri oynna við teimum politikarum, sum eru valdir fyri oynna, umframt umboðum fyri øðrum áhugabólkum, og í tí bólkinum skulu vit leggja eina framtíðarætlan fyri, hvussu Suðuroyggin skal mennast og byggjast út tey næstu 20-30 árini.
Hann sigur, at eitt er samferðsla, men tað eru eisini onnur viðurskifti, eitt nú verður tað alneyðugt at útvega fleiri arbeiðspláss í oynni til fólk við útbúgvingum, eitt nú at seta almenn størv á stovn í Suðuroynni, heldur enn í Havnini.
Í hesum sambandi hugsar hann ikki so nógv um størv, sum longu eru, men um nýggj størv.
Hann heldur, at teir politikarar, sum eru valdir fyri Suðuroynna, Jóannes Eidesgaard, Hergeir Nielsen, Henrik Old og hann sjálvur, skuldi havt góðar fortreytir fyri at arbeitt saman um eina slíka ætlan.

Er ikki í vanda
Annars er tað onkur ið hevur stúrt fyri, at kemur ein nýggj samgonga til, fer hon at raðfesta útbyggingarnar kring um í landinum øðrvísi enn hendan samgongan hevur gjørt og at tað kann seta útbyggingar, sum ætlanin er at fara undir í Suðuroy tey næstu árini, í vanda, eitt nú bergholið ímillum Øravík og Hov, miðnámsskúlan í Vági, djúphavnina í Vági og samferðsluhavnina í Vági.
Men tí stúrir Johan Dahl ikki fyri.
Sjálvur metir hann, at tunnilin ímillum Øravík og Hov hevur størstan týdning og hann sigur at kemur sambandsflokkurin til valið, verður tunnilin gjørdur í næsta valskeiði, tí hann er neyðugur fyri at fáa samferðsluna í oynni at hanga saman.
Han vísir eisini á, at samferðsluhavnin á Tvøroyri er heilt einfalt neyðug at gera, men hann dugir heldur ikki at síggja, at ein samgonga við sambandsflokkinum, fer at raðfesta Suðuroynna aftari enn tann, sum nú hevur sitið.