Nýggjur vøllur til TB fyri 16,5 milliónir

Ætlanin at gera nýggjan fótbóltsvøll á Tvøroyri, er nú komin eitt stig víðari.

Westtech í Sørvági hevur gjørt eina fyribils kostnaðarmeting er gjørd og nú verður roynt at útvega fígging til ætlanina.

Í hesum sambandi hevur verkætlanarbólkurin spurt Hvalbiar Kommunu um hon er sinnað at stuðla einum nýggjum fótbóltsvølli fíggjarliga.

Á bygdaráðsfundi í Hvalba nú eitt kvøldið, var upplýst, at talan er um ein vøll, sum kostar 16,5 milliónir krónur, uttan mvg.

Eftir ætlan skal vøllurin verða vestanfyri skúlan og ítróttarhøllina í Trongisvági, har tað seinni eisini er ætlanin at byggja nýggjan skúla og svimjihøll í ein depil, tey nevna Suðuroyar Ítróttardepil, SÍD.

Við ætlaða vøllin verða skiftingarrúm og 378 setur til áskoðarar, harav helvtin verður undir taki.

Men hvalbingar leypa ikki á leistum og vilja ikki frammanundan binda seg til at stuðla ætlanina.

Kortini ásannar Hvalbiar Bygdaráð, at brúk er fyri vøllinum á Tvøroyri, eisini um tað skuldi hent, at øll feløgini í Suðuroy verða løgd saman.

Tí er Hvalbiar Bygdaráð áhugað í ætlanini, men vil hava meiri kunning um ætlanina, eitt nú, eina neyvari kostnaðarmeting, hvussu vøllurin skal fíggjast og, hvussu ætlanin er at skipa raksturin.

 

Á myndini sæst. hvussu Suðuroyar ìtróttardepil ætlandi fer at síggja út, tá ið alt er liðugt. Ytst høgrumegin er skúlin og ítróttarhøllin, sum nú er. Í miðjuni er tað so ætlaði nýggi skúlin og fremst er tað svimjihøllin. Aftast vinstrumegin er tað so vøllurin og felagshølið