Enn hevur FSF als ikki tikið stig til at leita eftir manninum, sum skal loysa Jógvan Olsen av sum landsliðsvenjari.
- Hetta er jú eisini nýtt fyri okkum, og fyrst og fremst eru jú tveir dystir fyri framman. Hjá okkum ræður nú um at gera greitt, hvørji krøv og ynski vit hava til ein nýggjan landsliðsvenjara, og so vóni eg, at vit hava tann partin upp á pláss í vetur. Undankappingardystir eru jú á skránni aftur í juni mánaði, og vónandi verður talan eisini um onkrar venjingardystir á vári 2009. So vit hava ikki alt ov góða tíð, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.