Nýggjur vinnari hjá 10-mannaførum

Leygardagin var 2. umfar í Ódnartøkum í Runavík og tó at vinnararnir vóru teir somu í flestu róðrunum, so var ein bátur, sum gjørdi bart.

 

Eysturoyingur luttók ikki í 1. umfari, sum varð róð í Havn flaggdagin, men á heimavølli skuldu teir vísa, at teir eru bestir. Og so var, teir vundu snøgt sagt burtur úr Orminum Langa allar tríggjar róðrarnar. Í fyrsta róðrinum vóru næstan tvey sekund millum bátarnar, meðan tað gekk nakað betri hjá Orminum teir báðar næstu róðrarnar. Kortini var yvir sekundið millum bátarnar báðar. Sigast skal, at vinnarin á flaggdegnum, Drekin Reyði, ikki luttók í Runavík.

 

Tað merkir so sjálvandi, at í samlaðu kappingini liggur Ormurin Langi á odda við 12 stigum, hóast teir hava tapt allar róðrarnar, meðan Eysturoyingur og Drekin Reyði hava sjey stig hvør fyri sínar sigrar. 

 

Í hinum róðrunum vóru mest sum teir somu, men onkrir bátar, sum ikki luttóku á flaggdegnum vóru væl við.

 

Einasta undantakið var í fimmmannaførum við gentum. Har kom rættiligur røringur í, í mun til úrslitini flaggdagin.

 

Firvaldur, sum gjørdist nummar tvey í Havn, vann tveir av trimum róðrum í Runavík og vann tí kappingina. Einasti, sum megnaði at knógva tvøragentunum var Falkur, sum endaði nummar fimm í Havn. Drekin, sum vann á heimavølli flaggdagin, endaði nummar trý í Runavík. Báran, sum endaði jøvn við Firvald í Havnini, gjørdist nummar fýra og síðani komu Hulda og Sílið. Pílur var ikki við í Runavík.

 

Títtlingur gjørdist nummar tvey í barnaróðrinum hjá dreingjum, aftan fyri Jallin, sum eisini vann Flaggdagin. Drekin, sum gjørdist nummar tvey í Havn, endaði nummar trý.

 

Hjá fimmannaførum við kvinnum gjrørdist úrslitið tað sama sum í Havn. Teistin vann á Erlu Kongsdóttir, men hesaferð luttók Tekla eisini og endaði sum nummar trý.

 

Hjá seksmannaførum við kvinnum vóru tað aftur Rádni og Sølmundur sum endaðu fremst. Hesa ferð endaði Skúgvur, sum ikki var við í Havn, nummar trý, meðan hvørki Jarnbardur ella Lómur vóru við í Runavík.

 

Fípan Fagra varð mannað til barnaróðurin hjá gentunum og megnaði hon at gerast nummar tvey, aftan fyri vinnaran frá flaggdegnum, Sílið. Pílur, Falkur og Erla Kongsdóttir komu á mál í somu raðfylgju sum í Havn, tó aftan fyri Fípuna Føgru.

 

Hjá seksmannaførum við monnum var tað einans Hvessingur, ið luttók, av teimum, sum eisini vóru í Havn. Hvørki Gongurólvur ella Rádni vóru komnir til Runavíkar, men í staðin var Páll Fangi mannaður. Páll Fangi megnaði eisini at vinna tann eina róðurin, men tapti hinar báðar og tí var tað aftur Hvessingur, sum fekk fult stigatal hesa ferð.

 

Hjá áttamannaførum var Gullbrandur við fyri fyrstu ferð. Teir megnaðu tó ikki at gera nakað við Nevið Reyða, sum eisini vann flaggdagin, men skumpaðu bæði Knørr og Argjabátin aftur um seg og endaðu tí á øðrum plássi.

 

Hjá fimmmannaførum við dreingjum var tað eisini ein nýggjur bátur, sum tók annað plássið. Her var tað Tjaldrið, men teir kláraðu tó ikki at gera nakað við Fípuna Føgru, sum vann aftur hesa ferð. Kollur, Teistin og Jallurin endaðu í somu raðfylgju sum í Havn, bara eitt pláss longur afturi.

 

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Nevið Reyða átti dagsins bestu tíð, 34,09, ein hundraðpart skjótari enn 10-mannafarið Eysturoyingur.