Nýggur mønustingari ger grindadráp nógv skjótari

GRINDADRÁP Gongst sum ætlað, verður bara loyvt at brúka góðkendar mønustingarar í grindadrápi og knívurin skal hereftir bara brúkast at fáa hvalin at bløða

Gongst sum ætlað verður tað skjótt ein farin tíð, at hvør maður fer í grindadráp við sínum egna reiðskapi.
Í hvussu so er partvís!
Arbeitt verður nú við at broyta grindareglugerðina og gongst sum ætlað, skulu broytingarnar koma í gildi næsta ár.
Ein broyting, sum ætlanin er at fáa, er, at hereftir skal tað vera mønustingarin, sum skal brúkast at avlíva hval við.
Men tað vera ein mønustingari, sum lykur heilt ítøkiligar fortreytir.
- Ætlanin er, at tað bara skulu vera góðkendir mønustingarar, sum tað verður loyvt at brúka, sigur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Hann sigur, at tískil er ætlanin at fáa tað sett í nyggju grindareglugerðina, at í grindadrápi skal tað bara vera loyvt at brúka mønustingarar, sum eru gjørdir eftir ávísum forskriftum.
Fyri at tryggja, at ein mønustingari lýkur krøvini, er ætlanin, at teir skulu verða góðendir í landsstýrinum og fáa eitt stempul, so tað sæst á teimum, at teir eru góðkendir.
- Men tað er eisini ætlanin, at hereftir skal tað ikki vera hvør einstaku grindamaður sær, sum orgnar sær ein mønustingara, sigur Ólavur Sjúrðaberg.
- Vit ætlað, at hereftir skulu tað verða hvalvágirnar sjálvar, ella sýslumenninir, sum hava eitt ávíst tal av mønustingarum.
- Tá ið grind er, verða teir lætnir ávísum, góðkendum grindamonnum, sum eisini hava fingið ein ávísa undirvísing í at brúka mønustingaran.
Formaðurin í Grindamannafelagnum leggur tó dent á, at tað framvegis verður brúk fyri góða gamla grindaknívinum.
- Mønustingarin er bara ætlaður at fáa lívið av hvalinum og tað verður framvegis brúk fyri knívinum at skera æðrarnar í hálsinum av, so at blóðið rennur av hvalinum fyri at tvøstið skal verða so gott sum gjørligt.

Bara góðkendir mønustingarar
Sum støðan er nú, er tað ólógligt at brúka mønustingara. Higartil hevur hann bara verið á royndarstøði, men nú verður mett, at hann er mentir so nógv, at hann eigur at verða góðkendur grindareiðskapur.
- Vit mæla til at í nýggju grindareglugerðini, verður tað mønustingarin, sum verður góðkendur at avlíva hval við, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Ein grund til, at mælt verður til, at mønustingarin skal hava almenna góðkenning, er, at skal hann virka eftir ætlan, er tað neyðugt, at hann lýkur ávísar treytir.
Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, vísti Jústines Olsen, djóralækni, á, at endamálið við stingaranum, er ikki bara at kvetta mønuna av.
- Endamálið er eisini at kvetta æðrarnar í mønurennuni av fyri at steðga blóðrenslinum til heilan, so at hvalurin missur vitið at kalla alt fyri eitt og ikki følir pínu og verður avlívaður so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt.
- Tí skal blaðið á mønustingaranum hava eina ávísa breidd fyri at æðrarnar kunnu verða kvettar av í sama viðfangi, sum hann fær mønustingin.
Jústines Olsen segði, at hóast mønustingarin ikki er góðkendur enn, hevur hann sæð ymsar heimagjørdar mønustingarar, har summir eru so smalir, at teir lúka ikki kravið um at kvetta æðrarnar í mønurennuni av.
Hann staðfestir eisini, at mønustingarin hevur verið sera væl móttikin allastaðni og hann hevur ongan hoyrt gramt seg um, at hann ikki riggar eftir ætlan.

Krókurin bannast
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum, sigur, at tá ið grindareglugerðin verður broytt, er eisini ætlanin at tað ikki longur skal verða loyvt at brúka góða gamla grindakrókin, ella sóknarongulin, ið summi nevna hann.
Ístaðin skal tað bara verða loyvt at brúka tann nýggja blásturkrókin.
- Tað skal bara verða loyvt at brúka gamla, siðvanda krókin í undantaksføri, men tá skal serligt loyvi verða givið til tað í hvørjum einstøkum føri.
Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, staðfesti Jústines Olsen, djóralækni við serligum áhuga fyri grind og grindadrápi, at blásturkrókurin riggar væl.
Hann hevur verið góðkendur grindareiðskapur í 13 ár, men tað gekk eitt sindur trekt at fáa grindamenn at brúka hann, tó at tað er vorðið nógv betri.
Men hann staðfesti, at summir grindamenn vóru ikki so fegnir fyri blásturkrókin, tí teir søgdu, at hann riggaði ikki.
- Men hetta er einans tí, at hann verður ikki brúktur rætt, tí verður hann tað, er ongin trupulleiki.
Djóralæknin sigur, at tá ið blásturkrókurin verður krøktur í, nyttar ikki at trýsta hann niður, tí har er so hart fyri, at tað gerst onki.
- Ístaðin skal krókurin leggjast eitt sindur á liðina og trýstast út vangan, so er hann fastur, sigur Jústines Olsen.
- Tað er at kalla óneyðugt at brúka gamla grindakrókin, so fyri at geva geva grindamonnum høvi at venja seg við tann nýggja blásturkrókin, haldi eg, at vit eiga at bannað tann gamla krókin, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Lagt verður afturat, at mælt verður til at seta blásturkrókin í hvalin, áðrenn hann fær mønustingin, tí so liggur hann stillari og er lættari at fáast við.
2-3sekund

Avlívingartíðin er tíðin, sum gongur frá tí, at tú at hann er særdur, altso frá tí at tað er høgt í hann við króki, til hann er skorin á háls, ella hevur fingið mønusting, og heilin er hildin upp at at virka og dýrið er pínuleyst.
Hinvegin skaðar blásturkrókurin ikki hvalin og tí er avlívingartíðin bara tann tíðin, tað tekur at skera hann á háls, ella geva honum mønustingin.
Avlíðingartíðin er máld við stoppuri og miðaltíðin var:
Við króki og knívi tekur tað ein góðan minutt.
Við blásturkróki og knívi tekur tað ein hálvan minutt.
Við grindakróki og mønustingara tekur tað ein góðan hálvan minutt.
Við blásturkróki og mønustingara tekur tað 2-3 sekund.
Jústines Olsen sigur, at kreppir hvakur seg, ella liggur hann og brestist, kunnu vit verða toliliga vís í, at hann ikki hevur gjørt mønubrest, tó at hann helst ikki følir pínu kortini. Tá skal ikki farast frá hvalinum, men skerast ella stingast umaftur.
- Men tá ið hvalurin liggur beinur, kunnu vit vera vís í, at hann hevur fingið mønusting og onki følir.
Men tað tekur nøkur sekund afturat til lívið fjarðar burtur og hvalurin er deyður.
Fyri vissa seg um, at hvalurin er deyður, ber til at røra við eygað. Er ongin reaktión er púra vist, at hvalurin er deyður, sjálvt um hann viðgekk, at tað er nakað tekniskt at kanna eyguni á einum hvali mitt í drápinum.
Men djóralæknin legði dent á, at tað er neyðugt at hvalurin er væl frágingin.
Tað merkir, at maðurin, sum avlívar hann, skal ikki ganga frá honum, fyrrenn hann liggur púra beinur, tí myndirnar av hvalum, sum liggja og brestast og kreppa seg, eru tær, umhvørvisfólki dámar best.

Vakin eygu
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at tá ið ætlanin nú er at broyta grundareglugerðina, er tað tí, at vit eiga alla tíðina royna at gera grindadrápið so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt.
- Vakin eygu hyggja at okkum alla tíðina og tí skulu vit syrgja fyri at gera okkara arbeiði í grind so effektivt og so lýtaleyst, sum yvirhøvur gjørligt.
Hann sigur, at tað er orsøkin til, at hann tekur undir við, at gamli grindakrókurin ikki verður loyvdur, men at vit ístaðin fáa blásturkrókin løggildan. Tað er eisini tí, hann tekur undir við, at vit skulu hava ein góðkendan mønustingara.

Greiðari reglar

Tá ið nýggj grindareglugerð vónand verður gjørd næsta summar, vónar Ólavur Sjúrðarberg, at hon verður greiðari á summum økjum, enn grindareglugerðin er, sum nú er í gildi.
Eitt fyribrigdi, sum ikki er ókent í grindavási, er, at ósemja tekur seg upp, hvagar grindin skal rekast.
- Eg haldi ikki, at tað er nóg týðiligt, hvør hevur myndugleikan á hesum øki, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Tí vónar hann, at tað verður skrivað púra eintýðugt og greitt, hvør tað er, sum hevur myndugleikan at skera ígjøgnum og gera av, hvagar ein grind skal rekast, eisini í førum, har ivi kann vera um, hvør sýslu ”eigur” grindina.



50 fólk

Formaðurin i Grindamannafelagnum, Ólavur Sjúrðarberg, heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki, skuldi eitt lið av umhvørvis-stríðsfólkum komið higar í summar at mótmæla grindadrápi.
Sagt hevur verið, at eini 2000 umhvørvisfólk fara at koma higar í summar, men tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, er heilt ósannlíkt.
- Eg dugi slett ikki at síggja hvussu vit skulu kunna hýsa so nógvum fólkum, sigur hann.
- Men skuldi tað heilt ósannlíka hent, at tað koma so nógv fólk, haldi eg ikki, at vit skulu drepa grind ímeðan tey eru her.
Hinvegin heldur formaðurin í Grindamannafelagnum, at skuldi tað komið eini 20, 50, ella kanska 100 fólk higar, er tað ongin trupulleiki.
- Vit hava havt bólkar av umhvørvisfólki her áður og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki.
- Fyri tað kunnu vit drepa tær grindir, sum koma!
- Tað er heldur ongin trupulleiki at halda grind til í Havn, hóast eitt ferðamannaskip liggur á Molanum.
- Vit skulu bara leggja okkum í geyma, at halda vit grind til, skulu vit gera okkara arbeiði til lýtar og vit skulu heldur ikki undir nøkrum umstøðum lata okkum provokera til at leypa framav, sigur Ólavur Sjúrðarberg.