Nú gleða øll í KÍ seg til stórdystin á Summarfestivalinum

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá KÍ um dystin í dag og komandi stórdyst um fimm dagar

Komandi fríggjakvøld verður stórdystur á Summarfestivalinum í Klaksvík. Tá tekur KÍ við 41 stigum á øðrum plássi ímóti HB, ið liggur á odda við 43 stigum.

 

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ og spælararnir hjá KÍ gleða seg til klassikarin á heimavølli, har yvir 2.000 fólk fara at finna leiðina til Djúpumýru. Tó harmast Mikkjal Thomassen um, at KÍ má klára seg uttan Deni Pavlovic, ið fekk gult kort ímóti 07 Vestur í dag, og tí er leikbannaður til dystin ímóti HB.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Mikkjal Thomassen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.

 

Í samrøðuni greiddi Mikkjal Thomassen eisini frá hvussu teir í KÍ fingu gjørt nakrar taktiskar justeringar til seinna hálvleik í dag. 07 Vestur hevði staðið væl, og tað var javnleikur 0-0, men uppá eitt korter fekk KÍ trý mál tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Samrøðan FM1 hevði við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen hoyrist HER