Rækjuvinna
Rækjuskipið Napoleon, sum løgtingsmaðurin, Tórbjørn Jacobsen er reiðari á, er lýst at fara á tvingsilssølu um nakrar vikur. Tað er Føroya Sparikassi, sum eigur 1. veðrætt í skipinum, ið hevur biðið um tvingsilssøluna.
Lagdur í september
Tórbjørn Jacobsen sigur, at Napoleon bleiv lagdur í september í fjør eftir, at tað bara hevði gingið niður á bakka, og peningur fossaði út úr kassanum, sum hann tekur til.
- Rækjuprísirnir høvdu gingið niðureftir í eini fýra ár, og oljuprísirnir vóru uppi ígjøgnum.
Hann sigur, at tá ið teir keyptu skipið á heysti 2002, hevði rækjumarknaðurin leingi ligið í andaleypi.
- Øll væntaðu, tá ið vit keyptu skipið, at prísirnir høvdu nátt botninum ella tí avgjørda nullpunktinum, og eingin væntaði, at prísirnir kundu lækka uppaftur meira. Útrokningar, sum vit høvdu, søgdu, at hækkaði rækjuprísurin við í miðal eini 50 oyrum fyri kilo, fór verkætlanin væl og virðiliga at hanga saman.
Men, staðfestir Tórbjørn:
- Vit fingu annað at síggja; rækjuprísirnir lækkaðu uppaftur meira, samstundis sum oljuprísirnir hækkaðu. Tí sóu vit í september, at eingin logikkur var í at halda fram, soleiðis sum støðan var, og vit høvdu heldur ikki likviditet at reka skipið undir táverandi umstøðum.
Aðrir "aktørar"
Reiðarin sigur, at síðan er tað hent, at Føroya Sparikassi, sum er einasti kreditorur, umframt sjópantini, krevur, at skipið nú verður selt á tvingsilssølu.
- Føroya Sparikassi hevur ikki strekt seg til nakað sum helst, og eg vil siga, at millum partarnar hevur at kalla eingin dialogur verið.
Tað skilst á Tórbirni, at hann avgjørt ikki er nøgdur við viðurskiftini millum reiðaríið og peningastovnin.
- Eg haldi, tað er fyri neyðini, at aðrir "aktørar" eru komnir inn á føroyska fíggjarmarknaðin. Hetta er ein avgjørd treyt, um føroyskum vinnulívi skal verða lív lagað, nú teir størstu føroysku peningastovnarnir brúka sína tíð upp á at berjast um at fíggja sethúsalán við lágari rentu.
Hann heldur, at føroysku peningastovnarnir í løtuni liva upp á neyðina hjá sethúsaeigarum við lágari rentu og langari afturgjaldstíð - og við 100% trygd í pantinum.
- Hetta er fyri peningastovnarnar ivaleyst líka so trygt sum at seta peningin í danskar statsobligatiónir, sigur Tórbjørn.
Betri útlit
Tað harmar reiðaran, at skipið verður kravt á tvingsilssølu, nú útlitini í rækjuvinnuni hóast alt eru bjartari, enn tey hava verið leingi.
- Oljuprísirnir eru lækkaðir nakað aftur, og rækjuprísirnir eru hækkaðir munandi.
Tórbjørn vísir á, at í onkrum sorteringum av rækjum eru prísirnir hækkaðir 60 % seinastu mánaðirnar.
- Nú færri rækjuskip eru í flotanum, eru eisini møguleikarnir munandi betri.
Hann sigur, at tey rættindi, sum Føroyar
hava í rækjukvotum og rækjudøgum, bera ikki fleiri enn trý skip, um raksturin skal vera lønandi, soleiðis sum støðan er.
- Um kvoturnar undir Eysturgrønlandi og á Grand Bank verða býttar yvir trý skip saman við teimum rættindum, vit hava á Flemmish Kap og við Svalbard, er lítil ivi um, at raksturin hjá rækjuskipunum hevði sæð betur út, sigur reiðarin, Tórbjørn Jacobsen.