Nógv arbeiði í Suðuroy fær politikarar at sovna

Í løtuni er arbeiði til allar hendur í Suðuroy og tað fær nógvar politikarar at leggja seg aftur á og halda, at nú stendur væl til. Men tað er ein hættislig støða, tí veruleikin er, at tað stendur alt annað enn væl til í Suðuroy, siga samfelagsgfrøðingurin, Jógvan Mørkøre og búskaparfrøðingurin, Magni Laksafoss

- Suðuroyggin er ikki longur í kreppu. Men hon hevur framvegis stórar trupulleikar.

Tað staðfesta teir báðir, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur.

Í tvey ár hevur verið tosað um at gera eina miðvísa ætlan fyri, hvussu gongdin í Suðuroy kann vendast, so at fólkaminking verður vend til fólkavøkstur og so at suðuroyingar við útbúgving eisini kunnu fáa eina framtíð í oynni.

Kommunur og vinnulív í Suðuroy heitti á vári í 2005 á Jógvan Mørkøre og Magna Laksafoss um at leggja eitt slíkt arbeiði tilrættis.

Teir halda, at besti framferðarháttur, er, at allir partar, vinnulív, kommunur í Suðuroy og landið, ganga saman um eina beinleiðis vakstraravtalu.

Grundarlagið undir eini slíkari avtalu, er, at ein kanning verður gjørd fyri at vita, hvørji vinnulig, dentur skal leggjast á at menna í Suðuroy.

- Tað hevur ómetaligan týdning, at talan er um eina ætlan, sum tað letur seg gera at seta í verk. Tað merkir, at vit skulu finna eini fýra, fimm vinnulig tyssi, sum tað er hóskandi at leggja seg eftir at menna í Suðuroy.


Hava start seg blindar

Men enn gongur ongan veg við ætlanini at seta hesa vakstraravtaluna í verk.

- Tað sær út sum at politikarar hava start seg blindar upp á, at tað er nóg mikið av arbeiði til allar hendur í Suðuroy og at teir tí ikki halda, at tað er neyðugt við eini vakstraravtalu.

Men her eru samfelagsfrøðingurin og búskaparfrøðingurin alt annað enn samdir.

- Hóast kreppan er av, hevur Suðuroyggin framvegis stórar bygnaðarligar trupulleikar, sum ongin hevur gjørt nakað fyri at loysa. Fólkatalið minkar alsamt og teir suðuroyingar, sum fáa sær eina útbúgving, eru dømdir til eitt lív í útlegd. tí í Suðuroy eru alt ov fá størv til fólk við útbúgving.

- Sostatt er Suðuroyggin í einum ringari ringrás og høvuðsavbjóðingin verður at venda teirri gongdini og skapa arbeiði til fólk, sum hava hug at flyta aftur í oynna at búgva, so at fólkatalið veksur aftur.

- Gerandisdagurin er kanska ikki longur so nívandi, sum tá ið arbeiðsloysið var stórt, men útlitini fyri framtíðina eru framvegis døpur, tí tað eru alt ov fá arbeiðspláss til teir mongu suðuroyingar, sum fáa sær útbúgving.

Tí ávara serfrøðingarnir ímóti, at politikarar stara seg so blindar upp á, at er nógv arbeiði, at teir ikki síggja teir stóru, bygnaðarligur trupulleikarnar, sum Suðuroyggin er í.

- At skapa arbeiðspláss til hesi fólkini, er altavgerandi fyri at fáa vent gongdini og fáa vøkstur aftur í Suðuroy.

- Men tað kann slást rimmarfast, at onki av tí, sum hendir í løtuni, er tekin um, at vøkstur er við at verða skaptur, tí skal annað og meiri til, fyri at venda gongdini.


Neyðugt við bindandi avtalu

Í hesum sambandi snýr tað seg um at finna útav, í hvørjum vinnum tað ber til at skapa vøkstur. Men tað er eisini neyðugt at allir partar avtala, hvussu vit skulu menna hesar vinnurnar.

Tað er júst endamálið við eini vakstraravtalu, at allir partar binda seg til at seta tey tiltøk í verk, sum semja er fingin um.

- Tað eru nógvar kanningar og frágreiðingar skrivaðar um støðuna í Suðuroy og tað er onki endamál í at skriva eina afturat.

- Nú ræður um at leggja eina miðvísa ætlan og endamálið við eini vakstraravtalu er ikki at veita kreppuhjálp.

Hinvegin líkjast tey 10 boðini, sum landsstýrið kom við á sinni, eini kreppuhjálp, sum kundi loyst ein bráðkoman trupulleika.

Men tað, sum er avbjóðingin, er at finna langtíðarloysnir, sum kunnu venda skeivu gongdini.

Í hesum sambandi halda teir báðir serfrøðingarnir, at besti framferðarháttur er at finna nøkur vinnulig tyssi, sum tað er vert at leggja dent á.

- Ì hesum sambandi skulu vit finna tey vinnuligi tyssi, har vit halda, at møguleikin er størstur fyri at skapa vøkstur í nýggjum størvum.

Kommunurnar í Suðuroy hava samtykt at fara undir hesa ætlanina. Í fyrstu atløgu settu kommunurnar í Suðuroy og landskassin 250.000 krónur av í part til at kanna, hvørji vinnulig tyssi, vit skulu leggja okkum eftir at menna í Suðuroy.

- Ætlanin var so, at hesar 500.000 krónur skulu brúkast til at kanna eftir, hvørjar vakstrarvinnur kunnu koma upp á tal í Suðuroy.

Hetta er ein tilgongd, har endamálið er, at bæði vinnulív og politikarar í Løgtingi og í kommununum frá fyrsta degi, verða við á kanningarferðum og eru við til at finna útav, hvørji vinnulig tyssi, dentur skal leggjast á.

- Fyri hesar 500.000 krónurnar, skulu vit hava funnið nøkur hóskandi, vinnulig tyssi og allir partar skulu hava undirskrivað eina avtalu um at seta hesi tyssini í verk.

Teir báðir siga, at sostatt er tað misskilt, tá ið politikarar siga, at vit skulu fyrst gera eina kanning og síðani skulu politikarar og vinnulívsfólk meta um kanningina og semjast um at seta hana í verk.


Ein sólskinssøga

Teir báðir siga, at slíkar vakstraravtalur eru gjørdar aðrastaðni, og summastaðni hava tær eydnast avbera væl.

- Okkara arbeiði er at kanna eftir úti um heimi fyri at vita, hvussu slíkar avtalur hava eydnast aðrastaðni.

Sjálvir hava teir gjørt nokk so fitt av kanningum av sínum eintingum, tá ið teir hava verið uttanlands, so hóast nógvar kanningar eru eftir at gera, hava teir eina hampiliga greiða mynd av, hvussu ein slík vakstraravtala kann formast.

Ì hesum sambandi er vakstraravtalan, sum varð gjørd í Oulu í Finnlandi, ein klassisk sólksinssøga. - - Oulu var eitt øki í afturgongd. Timburídnaðurin var høvuðsvinnan í økinum, men tað tímdu tey ungu ikki at fáast við og fluttu tískil burtur.

- Í so máta líkist tað støðuni í Suðuroy. Her er flakavinnan høvuðvinnan, men tað tímir ungdómurin ikki og flytir burtur at fáa sær úbúgving, og so er onki at koma heimaftur til.

- Men í Oulu gingu allir partar saman um eina vakstraravtalu, har eitt vinnuligt tyssi, tey samdust um at leggja seg eftir at menna, var elektronikkur.

Burtur úr teirri avtaluni spratt fyritøkan Nokia, sum í dag er ein heimsumfatandi risi á sínum øki.

- Varð ein vakstraravtala ikki gjørd fyri Oulu í 1986, hevði Nokia aldrin verið sett á stovn og, hvønn týdning, Nokia hevur fyri vinnulívið í Finnlandi, er óneyðugt at tosa so leingi um.

- Í dag er Oulu ein kraftmiðdepil í Finnlandi og har eydnaðist hendan vakstraravtalan so væl, at síðani eru fleiri slíkar avtalur gjørdar.


Trý mistøk

Eisini aðrastaðni eru slíkar vakstraravtalaður væleydnaðar, men summastaðni hevur tað hepnast minni væl.

Og teir báðir siga, at tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til tað.

Tann fyrsta er, at dentur verður lagdur á skeiv vinnutyssi og tí hevur tað alstóran týdning at gera sær stóran ómak at velja tey røttu tyssini.

Ì Oulu í Finnlandi, avtalaðu tey at leggja dent á elektronikk, har tað kanska ikki er meiri enn eitt ella tvey ár, frá tí at eitt hugskot verður fostrað, til úrslitið sæst.

Innan biotøkni ganga hinvegin mangan 8-10 ár frá hugskoti til veruleika og tað er ein trupulleiki í hesum sambandi.

Hetta vóru tvey dømi, sum vísa, hvussu stóran týdning tað hevur at satsa rætt og at velja tey røttu tyssini, sum knunu setast í verk innanfyri tað áramál, sum vakstraravtalan fevnir um.

Annar trupulleikin er at velja røttu fólkini at standa fyri. Tað riggar ikki at seta akademikarar at stýra gongdini, tí akademikarar eru ikki entreprenørar og duga tí ikki at skipa fyri vinnuligari menning.

Triði trupulleikin er, at partarnir í málinum ikki skilja týdningin av eini vakstraravtalu.

- Tað nyttar ikki at týða vakstraravtaluna úr Oulu til føroyskt og royna at seta hana í verk fyri Suðuroy. Tað er líka høpisleyst sum at seta eina danska lóg i gildi í Føroyum um, hvussu sirkusfílar skulu røktast.

Magni Laksafoss og Jógvan Mørkøre siga, at tað er heilt týðiligt, at í Føroyum hevur landsstýrið ikki fatað, hvat hetta gongur út upp á.

- Og tað ringasta, sum kann henda, er at seta eina vakstraravtalu í verk, sum miseydnast. Er ikki ein greið fatan og ein greiður vilji til at seta hana í verk, er ein avtala deyðadømd í føðingini. Og so er betri, at onki verður gjørt, tí verður ein ætlan, sett í verk, sum miseydnast, fer tað bara at forða fyri, at nakað annað verður gjørt og tað vildi verið ein vanlukka fyri Suðuroy.

- Tá er betri, at allir partar spara sær ómakin og pengarnar.


Skal ikki nógv til

Eitt, sum er vanligt at hoyra, er, at nú eru so stórar útbyggingar framdar í Suðuroy, at nú eiga pengarnir at verða brúktir aðrastaðni?

Tað er rætt, at nógvur peningur er brúktir til at útbyggja samferðsluna í Suðuroy og annað. Men her tosa vit um at brúka pening til at menna vinnulig tiltøk. Og tað er ikki so nógv, sum skal til, tí í hesum føri er talan um, at Løgtingið skal seta átta milliónir av í fimm ár, til eina vakstraravtalu fyri Suðuroy.

- Upphæddin er eitt, men fyri vinnulívið hevur signalvirðið í, at land og kommunur eru við í einum slíkum menningararbeiði, minst líka stóran týdning

- Tað verða hvørki vegir, havnir ella nýggjur Smyril, sum føra Suðuroy fram í 21. øld.

- Fyri at menna oynna krevst, at gomul vanahugsan verður slept um, at vegir, havnir og gott ferðasamband er bjargingin. Sjálvandi krevst eitt undirsøðukrevið, men skal vøkstur skapast, eru tað aðrar útbyggingar, sum skulu til. Vegir og tunlar eru karmar til tað farandi vinnulívið. Nú ræður um at skapa undirstøðukervi og karmar til tað nýggja vinnulívið og tað eru hesar karmarnar, vit skulu finna og útgreina.

Teir leggja afturat, at royndirnar aðrastaðni eru, at skulu vakstrarvinnur skapast, krevst neyvt samspæl ímillum kommunur, land, vinnulív, ráðgevarar, menningarstovur, lærdar háskúlar.

´- Men í Føroyum hava politikarar bara eina loysn og tað er at teir skulu skapa karmar, so skal vinnan klára rest og so má vinnan finna útav, um tað er vert at gera íløgur í Suðuroy.

- Men tað er beinleiðis bláoygt at vænta, at vøkstur kemur av sær sjálvum, bara politikarar skapa karmar, siga Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss.

Á býráðsfundi á Tvøroyri í farnu viku, varð ført fram, at ein fortreyt frá tykkum fyri at fara undir eina vakstraravtala, er, at øll Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu. Sostatt dugdu býráðslimir ikki at síggja endamálið í at fara víðari við ætlanini, tí tað fæst ikki semja um at leggja oynna saman í eina kommunu?

-Vit hava ongantíð sett slíka treyt. Tvørturímóti hava vit sagt, at kanska kann eitt væleydnað samstarv slóðað fyri eini samanlegging við at beina fyri tí illvilja og sínámillum misáliti, ið mangan kemur til sjóndar, siga Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss.