Klaksvík:
Í formansfrágreiðing sínari á flokstingi Tjóðveldisfloksins hevði Høgni Hoydal eina gjøgnumgongd av tí, sum farið er fram síðani seinasta floksting.
? Fyri sjey árum síðani sótu vit her í Klaksvík seinast, og tá vóru vit í andstøðu og skuldu brynja okkum til nýggjar avbjóðingar og lunnar vórðu lagdir til nýggj politisk frambrot og til at taka við einum longri tíðarskeiði í samgongu. Nú er flokkurin størsti flokkur á tingi ? og aftur í andstøðu. Og vit brynja okkum til aftur at gera frambrot og at taka ábyrgd sum flokkur í einum broyttum politiskum veruleika, legði Høgni út við.
Hann legði í røðu sínari dent á, at fyri tað um flokkurin nú er í andstøðu, so ræður um ikki at setast afturá.
? Tjóðveldisflokkurin hevur altíð tikið ábyrgd í føroyskum politikki. Vit taka ábyrgd í samgongu og í landsins leiðslu ? men vit taka sanniliga eisini ábyrgd í andstøðu, segði Høgni millum annað.
Formaðurin duldi ikki, at hann heldur lítið um Fólkaflokkin og samstarvið við hann. Hann vísti á, at Fólkaflokkurin hevði bakkað út, tá fullveldið kom ov nær, og at hetta ikki var fyrstu ferð, tað var hent.
Formaður Tjóðveldisfloksins greiddi eisini frá úrslitum floksins í farna valskeiði, og yvirhøvur var ikki nógvur sjálvkritikkur í røðu hansara.
Hann nevndi nøkur mál, har hann ikki helt, at tað var eydnast Tjóðveldisflokkinum at koma á mál, men nógv tann størri parturin av røðuni snúði seg heldur onnur mál og viðurskifti.
Høgni segði eisini, at tað tykist sum at tann borgarliga sambandssamgongan tykist bert at hava eitt høvuðsmál. At halda saman og leggja sjógv til Tjóðveldisflokkin.
Og so legði hann afturat, at tað ikki er nakað nýtt sum so í tí.
Høgni endaði sína røðu við at siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur alla orsøk at arbeiða uppaftur meiri , nú hann er í andstøðu, til tess at røkka floksins málum.
Tamt orðaskifti
Tá formansfrágreiðingin var liðug, tók Heini O. Heinesen, fyrrverandi løgtingslimur Tjóðveldisfloksins orðið.
Hann byrjaði við at rætta formann floksins, tá hesin segði, at Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur á tingi.
Hann minti á, at flokkurin var størstur í atkvøðutali í 1998. Heini var vælupplagdur hendan morgunin og skemtiligur. Líka so nógv, sum fólk klappaðu eftir umrøðuni hjá formanninum av fíggjarlógaruppskotinum hjá sitandi samgongu, flentu tey at Heina og hansara skemtiligu søgum.
Eitt nú helt Heini fyri, at Edmund Joensen helt, at tað kom so nógvur fiskur, bara tí hann var løgmaður tann tíð tað var.
Rúni Nielsen, formaður í Unga Tjóðveldinum helt lítið um sitandi samgongu, og tað gjørdu aðrir viðmerkjarar eisini. Heini ávaraði tó hinvegin í móti at fara ov illa við møguligum framtíðarsamstarvspørtum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Gestarøðarar
Steingrím J. Sigfússon, íslendskur altingslimur og formaður í flokkinum Vinstri Grænir var annar gestarøðarin á tinginum. Ætlanin var, at eitt umboð úr IA í Grønlandi eisini skuldi vitja flokstingið, men hesin hevði fingið forfall. Og so vóru Egil Olsen og Malena Arnholdsdóttir eisini við á tinginum, har tey hildu fyrilestur um virðisøking av ávíkavist vinnuni og menniskjanum í samfelagnum.
Steingrím J. Sigfússon segði millum annað, at hann hevur altíð fylgt væl við í sjálvstýrisgongdini í Føroyum.
? Sjálvandi eru tað føroyingar sjálvir, sum við sínum avgerðum eiga at ráða ferðini í loysingarspurninginum. Vit politikarar og umboð fyri onnur lond, virða sjálvandi fólkaræðisliga tiknar avgerðir hjá tjóðum við sjálvsavgerðarætti í samsvari við fólkarættin. Tað gera vit íslendingar, og tað eiga danir eisini at gera. Eg persónliga havi ongantíð dult fyri, hvør mín hugsan í hesum máli er, og hon er, at eg av heilum huga stuðli sjálvstýrisstríði tykkara, segði Steingrim J. Sigfússon.
Hann kom eisini inn á hetta, at komandi ár eigur Ísland formansskapin í Norðurlandaráðnum.
? Eg haldi, at tað hevði verið eitt virðiligt tiltak, um vit, meðan vit høvdu formansskapin, fingu í lag, at eitt álit varð gjørt, um á hvønn hátt slíkur fullgildigur og sjálvstøðugur limaskapur og luttøka kunnu fáast til vega við grundarlagi í broytingum í Helsingforssamtyktini. Hetta er helst ein høgligari leið at ganga enn at broyta donsku grundlógina. Eg fyri mín part er, ið hvussu so er tilreiðar at stríðast fyri hesum, segði Steingrim J. Sigfússon at enda í røðu sínari, har hann somuleiðis bar starvsfeløgum sínum í Tjóðveldsiflokkinum góðar heilsanir.