Nógv er gjørt men nakað er eftir

Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen, er klárur til ein túr aftrat sum skipari á kommunalpolitisku skútuni Sørvágur. – Hóast ógvuliga nógv er komið av skafti, stendur kommunan kortini ikki í skuld, sigur borgarstjórin

Tað verða tríggir listar, sum bjóða umboð fram til teir 7 sessirnar í Sørvágs bygdaráð. Og á einum av teimum listunum stendur navnið Jákup Suni Lauritsen, sitandi borgarstjóri. Hann er nevniliga til reiðar at taka eitt tørn aftrat í bygdaráðnum.

Men tað verður í Sørvági, tí bygdin vil ikki leggja saman í somu »øði«, sum Miðvágur og Sandavágur gera tað.

- Eg sigi ikki, at vit ikki skulu gera tað, eg sigi bara, at skjulu vit gera tað, skulu vit gera tað ordiligt. Vit skulu hava eina greiða tilgongd, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Hann heldur eisini, at útmeldingarnar frá landsstýrinum eru ógvuliga ógreiðar og mótsigandi.

- Teir siga seg vilja leggja økir út á kommunurnar um tær leggja saman. Og nú siga teir, at ein nýggjur kommunureformur skal koma í gildi 1. januar 2011, men samstundis verður sagt, at teir ikki vilja leggja kommunurnar saman við lóg, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Men at Miðvágur og Sandavágur leggja saman skilir Jákup Suni Lauritsen væl, tí tær hava framman undan eitt so tætt samstarv. Teir samstarva um bæði skúla, brandlið, havnina og vatn.

- Tá mann hevur livað so leingi saman er væl eisini tíð upp á, at fáa pappír upp á hvønn annan, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Flísar á gongubreytunum

Tá prátið fellur inn á avrikingarnar í nú skjótt farna skeiði, hevur borgarstjórin nógv at greiða frá.

- Eg haldi, eg kann siga, at tað er ómetaliga nógv hent í hesum valskeiðinum. Eitt av tí fyrsta vit fóru undir, var ein nýggj egningarmiðstøð, sum veruliga er eitt prýði á keiini. Eitt annað, vit skjótt fingu gjørt, var at fáa keypt nýggjan brandbil, nakað, sum leingi hevði ligið á láni tá, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Eitt onnur stór verkætlan, sum kortini fór í gongd undir undan farna bygdaráði, er barnagarðurin.

- Men hann var júst farin í gongd, tá hetta bygdaráðið tók yvir, so tað eru vit, sum hava umsitið byggingina. Eitt annað av tí fyrsta vit gjørdu, tá vit tóku við, var at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Sørvági. Í dag spælir 07 Vestur sínar dystir í Sørvági, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Borgarstjórin sigur, at bygdaráðið hevur gjørt nógv fyri at fríðka um í bygdini, og nevnir millum annað, at 1000 trø eru plantað.

- Vit hava eisini gjørt nógv við at laða innara garðin á vegnum fram við sjónum, og tað eru vit omnir í helvt við. Og so tók Tobbi einaferð skemtandi til, at hann kendi bert tveir býir í heiminum, har allar gongubreytir vóru lagdar við flisum, og tað var Monaco – og Sørvágur! sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Fýra bygdir

Men Sørvágs kommuna er ikki bara Sørvágur.

- Vit hava jú fingið bæði Bø, Gásadal og Mykines upp í kommununa, og tað vísir jú í sjálvum sær, at vit ikki eru ímóti samanlegging, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Og eisini tær tríggjar smærru bygdirnar hava notið gott av at koma undir størri veingir.

- Vit hava skapt grundarlag hjá ungum fólki at seta búgv í kommununi. Vit hava byggibúnað 21 grundstykkir í Hagagerði her í Sørvági, umframt 10 í Billubønum. Eisini í smærru bygdunum hava vit skapt møguleikar fyri at seta búgv, og vit hava gjørt eitt veganet til sjey grundstykkir í Bø og fimm í Gásadali, sigur borgarstjórin.

Í Gásadali er eisini øll bygdin asfalterað, og miðbygdin pyntað og snøggað. Somuleiðis hava teir laða garðar miðbygdini í Gásadali, og tað sama eru teir byrjaðir upp á í Bø.

Heldur ikki Mykines hevur verið við sviðusoð.

- Vit hava gjørt reinsiverk til vatnið í oynni, og vit hava sett gøtulyktir upp. Hartil hava vit fingið pengar úr útoyggjagrunninum til Mykines. Talan er um 25.000 krónur til felagshúsið Súlan. Somuleiðis 25.000 til rennistrong oman á keiina, og frá sama grunni fáa vit 200.000 krónur til ábøtur á havnalagið, sigur Jákup Suni Lauritsen.

At enda hevur bygdaráðið játtað 300.000 krónur til ein alternativan tylupall, tí við verandi palli fær tyrlan ikki lent á ávísum ættum, bara vindferðin fer upp um 10 m/s.

 

Nýggjan Musikkskúla

Ein trupulleiki hjá bygdini hevur verið, at vatnforsýningin hevur ikki verið nøktandi, og um sumrarnar hevur bygdaráðið verið noytt at brúka einar 400.000 krónur um árið at koyra vatn úr Sørvágsvatni til vatnbrunnin.

- Men nú hava vit fingið lagt vatnleiðing heilt niðan á vatnið, so nú kunnu vit bara pumpa úr vatninum gjøgnum eitt reinsiverk, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Hann sigur eisini, at síðani Landsverk gavst við at spreingja í Vágum, máttu fólk í Hundsarabotn at heinta tilfar, men bygdaráðið gjørdi eina avtalu við ein entreprenør um at spreingja við havnalagið, so nú kunnu fólk fáa sítt tilfar har fyri sama prís, og sleppa undan at koyra heilt suður í Hundsarabotn.

- Vit hava eisini hugsað um vinnulívið. Fyri umleið 25 árum síðani varð eitt øki við flogvøllin innlagt sum ídnaðarøki, og í fjør fóru vit so undir at byggibúna tað. Í dag standa tvey virkir á økinum, sigur borgarstjórin.

Ein av stóru verkætlanunum, sum bygdaráðið nú er í holt við, er, at ein nýggjur musikkskúli við tíðini skal gerast ein mentanardepil í Sørvági. Hetta er ein rættiliga stór verkætlan, sum fer at kosta millum 18 og 20 milliónir krónur, tá hon er liðug.

Hetta skal verða ein veruligur mentanardepil við bókasavni, matarhøll og auditorium, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

 

Ljós framtíð

Kommunan hevur sum skilst brúkt eina rúgvu av pengum hetta valskeiðið, men hevur eisini fingið eina rúgvu av skafti hesa tíðina. Og tað er eisini ein grund til, at kommunan kann hava gjørt alt hetta, og framvegis standa skuldarfrí, og tað eru tær 40 milliónirnar, sum fullu í kommunukassan, tá Vesturvón varð seld.

- Fólk hava hug at siga, at hetta er einasta grundin til, at vit hava kunna gjørt nakað í valskeiðinum, men vit skulu minnast til, at skattainntøkurnar hjá Sørvágs kommunu liggja millum 27 og 30 milliónir krónur um árið, og tað er í fýra ár nakað væl meiri enn tær 40 milliónirnar, sum Vesturvón gav, vísir Jákup Suni Lauritsen á.

Góða gongdin hjá kommunnuni sæst eisini aftur í vaksandi fólkatalinum, sum fyri fyrstu ferð í mong ár er omanfyri íbúgvaratalið í Miðvági. Og ein stórur viðspælari í so máta er Vágatunnilin.

- Hann hevur avgjørt stóran týdning, tí nú kunnu tey ungu ferðast millum Vágar og Havnina, og tað merkir, at tey verða verandi og ikki rýma. Tunnilin hevur eisini stóran týdning fyri ítróttin her vesturi, sum er væl við heilt frammi, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Hann heldur, at útlitini fyri komandi valskeið eru góð.

- Vit eru jú í tí hepnu støðu, at leingjan av flogvøllinum er samtykt, og hetta kemur okkum til góða, tí tað fer fram í okkara kommunu. Hetta merkir eina íløgu upp á 365 milliónir krónur, og tað fer avgjørt at kasta arbeiði av sær. Tað kann væl vera, at byggivinnan fer at merkja eina niðurgongd, men kommunan ætlar sær í hvussu er at fremja tær verkætlanir, sum eru projekteraðar, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.