Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild var tað friðarligt.
Men mitt í nátt vórðu boð send eftir løgregluni, tí nakrir føroyingar og nakir útlendski sjómenn, vóru komnir til ilnar í Fuglafirði.
Løgreglan fór mannsterk á staðið, men tað vísti tað seg skjótt at tað javnaði seg aftur, og meiri varð ikki gjørt burtur úr tí.
Og í nátt var ein maður so ólátaður uttan fyri SMS, at løgreglan mátti eftir honum. Hann forðaði fyri ferðsluni og helt slíkan gang, at grannarnir fingu ikki náttarfrið. Tí fór løgreglan eftir honum og tók hann við á støðina.