Nógv fólk og friðarligt

Hóast nógv fólk var í býnum i nátt, hevði løgreglan lítið at gera Veðrið var av tí besta og lønirnar eru stutt síðani komnar og alt talaði fyri eini lívligari nátt í havnargøtu, nú uppundir heilidagin.

Tað var eisini rættiliga nógv fólk í býnum, men løgreglan sigur,at tað var sera friðarligt.

Ein handilsrútur varð brotin í Grím Kambansgøtu og ein rútur hjá P.A. Restorffs beint við, men onki varð stolið

Annars hevur løgreglan fingið fráboðan um, at ein maður fekk framman á í einum danistaði í Havn í nátt, men skaðin var ikki stórur og løgreglan veit, hvør hevði sligið, so hann kann vænta sær at fáa politist at banka upp á