Nógv fólk rakt

Teir umleið 60 limirnir í danska fakfelagnum HK-Føroya Deild, verða allir raktir fíggjarliga, m pensjonsskipaninkemur i gildi.
Hesi fólk starvast í dómhúsinum, hjá politinum, hjá landslæknanum og á kriminalforsorgini.
Bjarne Juul Petersen er formaður í HK Føroya Deild.
Hann loyvir sær at ivast í, at tað er lógligt við ætlaðu lógini, sum ger so stórt inntriv í pensjónsviðurskiftini hjá fólki. Pensjónin er ein partur av lønini, sum er avtalað millum løntakarar og arbeiðsgevarar.
- Kemur handa skipanin, mugu vit í Føroyum krevja stóra lønarhækkan næsta ár, tí tað er ikki rímiligt, at tey sum arbeiða í Føroyum hjá statinum skulu hava lægri løn enn starvsfelagararnir í Danmark, sigur Bjarne Juul Petersen.
Hann ivast ikki í,at serliga løgfrøðingarnir stinga av, um teir missa so nógv av pensjónini.