Nógv fiskaarbeiði á Sandoy Seafood

Partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, landaðu 220.000-240.000 pund á Sandi mánadagin, og í síðstu viku landaði Eysturbúgvin 240.000 pund. Enn hevur tó lítil várróður verið at tosað um

Fiskivinna

Enn hevur eingin snelluútróður tikið seg upp hjá bátunum á Sandi, hóast bátar, sum royndu vestari á, herfyri høvdu onkran góðan dag.
Vanligt er um várarnar, at snellufiskurin tekur seg upp norðanfyri, og tá ið ein tíð er umliðin, plaga bátar vestanfyri og sunnanfyri eisini at fáa væl av fiski.
Á Sandi lata teir illa at veðurlagnum, sum hevur verið óstøðugt, og tí hevur lítil roynd verið.

Nógvur trolfiskur

Hevur lítil útróður verið, hava trolararnir, sum leggja veiðina upp á Sandi, fingið nógvan fisk í seinastuni.
Mánamorgunin byrjaðu teir at landa partrolararnar, Nornagest og Kolumbus, sum høvdu eini 220.000-240.000 pund av fiski. Ein stórur partur av veiðini var upsi, men skipini høvdu eisini fitt av hýsu.
Á Sandoy Seafood siga tey, at upsin er rættiliga smáur, og tað nógva av veiðini er upsi 3 og 4.
- 1?arar og 2?arar síggjast næstan ikki uppí veiðini, og helst er tað so, at størstu nøgdirnar eru av 4?arum.
Hendan vikan er stutt, tí hósdagurin og fríggjadagurin eru heilidagar. Men á Sandoy Seafood vænta tey kortini at verða liðug við fiskin hjá Nornagesti og Kolumbusi fyri halguna.

Eysturbúgvin landaði

Á Sandoy Seafood høvdu tey eisini nóg mikið at gera í síðstu viku. Umframt veiðina hjá Eysturbúgvanum, sum vá eini 240.000 pund, keypti felagið fisk á uppboðssølu og frá Beta. Haraftrat keypti Sandoy Seafood eisini nakað av útróðrarfiski.
- Jú, her hevur bara verið heilt fitt at gera í vár, siga tey á Sandoy Seafood.
Í seinastuni hevur tó heldur meira verið at gjørt á Sandi, har fiskurin verður saltaður enn í Skopun, har flakaframleiðslan er.