Japanska tíðindastovan Kyodo skrivar í morgun, at í gjár fóru umleið 1.000 kinesisk fiskiskip til oyggjarnar, sum Japan og Kina stríðast um. Sum skilst hevur kinesiska stjórnin bannað skipum at fiska við oyggjarnar í summar, men sunnudagin setti stjórnin veiðibannið úr gildi, skrivar Kyodo.
Kinesiska stjórnin hevur samstundis sent sjóverjuskip til oyggjarnar at hjálpa fiskiskipunum, um tað gerst neyðugt.
Oyggjarnar, sum tey bæði londini stríðast um, eru óbygdar. Tær hava verið ogn hjá einstaklingum, men nýliga keypti japanska stjórnin tær fyri einar 150 milliónir krónur. Men hetta ávirkar ikki Kina, sum heldur uppá, at oyggjarnar eru teirra.