Nógv fleiri eiga at verða kannað av lækna

Bara ein brøkpartur av teimum, sum væntandi hava demens, eru kannað av serlækna. Tað vísir ein kanning, Alzheimerfelagið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið, hava gjørt, har tey hava kannað fólk, sum búgva á eldrabýlum kring landið. 

 

Kanningin vísir, at stívliga 2/3 av einum tilvildarliga valdum bólki av búfólkum, vístu tekin til demens og somuleiðis eru tað stívliga 2/3 av øllum, sum búgva á føroyskum eldrabýlum, sum hava tekin til viknaði andsevni. 


 

– Helvtin av øllum teimum, sum hava tekin til viknað andsevni, høvdu ikki fingið tað staðfest áðrenn kanningin varð gjørd, og vit halda, at ein stórur partur av teimum, kundu havt gagn av nærri greining, siga tey, sum hava gjørt kanningina. 


 

Tey halda, at tað er av stórum týdningi at politikarnar hava góð hagtøl at halda seg til, tá ið politikkurin á eldraøkinum, verður lagdur.

 

Kanningin varð gjørd soleiðis, at búfólk á øllum eldrabýlum í Føroyum fingu bræv, har tey vórðu bjóðað at vera við í kanningini. Av 590 búfólkum á eldrabýlunum kring landið, vórðu 232 búfólk við í kanningini. Tey, sum búðu á demensdeildum, tey, sum høvdu staðfestan demens, og tey, sum ikki vóru før fyri at geva samtykki, vóru ikki við. 

 

Tey, sum hava gjørt kanningina leggja dent á, at tað ber ikki til at staðfesta eina sjúku við eini slíkari kanning, men kanningin kann kortini geva eina ábending um folk eru dement, ella ikki. 


 

– Úrslitið vísti, at umleið 70 prosent av búfólkunum, sum vóru við í kanningini, eru kanska dement. Samstundis gevur ein yvirskipað meting av øllum búfólkunum, sama úrslit, nevniliga at 72 prosent av øllum teimum, sum búgva á eldrabýlum, hava kanska demens. 

 

Helvtin av hesum høvdu hvørki nakra sjúkugreining, ella búðu á serstøkum demensdeildum og sostatt vísir kanningin eisini, at bara ein brøkpartur av teimum, sum væntandi hava demens, eru útgreinað av serlækna. 


 

Tey, sum hava gjørt kanningina, mæla tískil til, at øll starvsfólk á eldrabýlum eiga at fáa holla undirvísing í demens og demensrøkt. 


 

Samstundis eigur talið á plássum til fólk við demensi, at verða hækkað munandi, og starvsfólkatalið eigur at verða hækkað samsvarandi talinum á fólki við demensi. Harafturat eiga fleiri búfólk at verða send til kanningar fyri at vita um tey eru dement.

 

Tað er Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur staðið fyri kanningini, Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, kannaði luttakararnar, og Sofus Joensen, psykiatari, var fakligur ráðgevi. Sjúkrakassagrunnurin hevur fíggjað kanningina.