Nógv fleiri verða nú tikin fyri at koyra við kenning

Summi hava hug at geva koronu skyldina fyri tað, men onnur halda, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað

Rúsdrekkakoyring sær út til at vera ein veksandi trupulleiki. Tað skrivar Sosialurin hetta vikuskiftið. Blaðið hevur fingið tøl frá løgregluni fyri, hvussu nógv verða tikin fyri at koyra við kenning, ella ávirkað av rúsevnum, ella av heilivági. Og hesi tølini vísa, at bæði í fjør, og higartil í ár, er stórur vøkstur í tølunum.

Hesi seinastu árini, síðani 2013, hevur talið á teimum, sum vórðu tikin fyri at koyra við kenning verið rættiliga støðugt ímillum 105 og 117 bilførarar um árið. Men síðani fall tað brádliga rættiliga nógv og í 2017 og 2018 vóru ávikavist 70 og 75 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning. Men í fjør vaks tað aftur rættiliga nógv, tí tá vóru heili 120 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.

Og tølini higartil í ár benda ikki á, at støðan batnar, heldur tvørtur ímóti, tí fyrra hálvár í ár eru longu 74 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, ella rúsevnum, ella av heilivági.

Men verður farið longur aftur, sæst kortini, at støða er munandi batnað, tí hóast tað vóru munandi færri bilar fyri 10-20 árum síðani, var talið á teimum, sum vóru tikin fyri at koyra, hóst tey vóru ávirkað, nógv hægri enn tað hevur verið hesi seinastu árini. Metárið var í 2007, tá ið heilir 199 bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir.

Niðanfyri sæst, hvussu nógvir bilførarar eru tiknir fyri at korya við kenning síðani 2002.

2002: 159 bilførarar

2003: 194 bilførarar

2004: 168 bilførarar

2005: 160 bilførarar

2006: 179 bilførarar

2007: 199 bilførarar

2008: 165 bilførarar

2009: 140 bilførarar

2010: 99 bilførarar

2011: 115 bilførarar

2012: 126 bilførarar

2013: 117 bilførarar

2014: 105 bilførarar

2015: 107 bilførarar

2016: 117 bilførarar

2017: 70 bilførarar

2018: 75 bilførarar

2019: 120 bilførarar

Og fyrra hálvár í ár eru longu 74 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, rúsevnum, ella av heilivági.

Í Sosialinum hetta vikuskiftið ber til at lesa meiri um hesi viðurskiftini. Lovisa Petersen, Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, heldur, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til gongdina í fjør og í ár. Ein orsøk kann vera, at løgreglan ger meiri burtur úr at kanna ferðsluna. Men hon heldur kortini, at hetta eru úrslit, sum loypa í eyguni.

Summi hava havt lyndi til at geva koronu skyldina fyri keðiligu gongdina. Fyri at tálma smittuspjaðingina, hava skeinkistøðini latið klokkan tvey um náttin í alt vár og alt summar. Bæði løgtingslimir, og onnur, stúrdu fyri, av avleiðingin var, at rúsdrekkakoyring fór at vinda upp á seg, tí nú fór tað aftur at vera sum í gomlum døgum, har fólk ikki sluppu at sita innandura og drekka, og tískil varð barrin flutt út í bilin, sum síðani vórðu rullandi vertshús.

Men stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd sigur í Sosialinum, at tað er ov tíðliga at koma til eina slíka niðurstøðu.