Nógv fyrireiking og gott úrslit

Strandferðslustjórin Kristian Davidsen var millum røðararnar, tá nýggi Smyril kom á Havnina leygardagin

Í røðu síni vendi Kristian Davidsen sær til starvsfólk á Strandferðsluni og til allar føroyingar.
Hann segði m.a.:

Seks ár eru liðin, síðani farið varð undir fyrireikingarnar til hetta nýggja og stásiliga skip. Tað var í 1999, at ein arbeiðsbólkur á SL fór undir fyrstu fyrireikingarnar. Longu í oktober árið eftir varð sáttmáli gjørdur við danska projekteringsfelagið Knud E Hansen um projekteringina, og í apríl í 2002 varð sáttmáli gjørdur við skipasmiðjusamtakið IZAR í Spania um bygging. Hóast nakað av mótráki, so eru vit í dag komin á mál, og vit síggja her eitt stásiligt skip, sum vit øll kunnu vera errin av.
Strandferðslustjórin segði, at á Strandferðsluni er nógv orka løgd í ætlanina um nýtt skip.
Eg skal takka øllum tykkum, sum tóku stig til hesa stóru verkætlan, og sum stóðu fyri fyrireikingunum frá byrjan av. Eisini vil eg takka Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum, sum hava varað av Strandferðsluni hesa tíðina, fyri sera gott samstarv. Serstakliga vil eg takka tykkum, sum í byggitíðini hava havt eftirlitið um hendi í Spania, bæði í styttri og longri tíðarskeið. Eisini tekniskir og løgfrøðiligir ráðgevar, skipsmeklari, skipasmiðjan IZAR, skipaeftirlit, klassi - øllum tykkum takki eg fyri eitt stórt tak og væl úr hondum greitt arbeiði. Eg vil nýta høvi at ynskja øllum føroyingum hjartaliga tillukku við hesum nýggja, stásiliga fari, segði Kristian Davidsen.
Nú er tann 5. Smyril í røðini liðugt bygdur, og tað er við stoltleika og stórum spenningi, at vit á Strandferðsluni taki ímóti hesum stásiliga og væl bygda skipi. Til seinast fari eg at ynskja øllum, serliga skipara og manning, góða eydnu og Guds signing við Smyrli. Eg vóni, at tit taka væl ímóti skipinum, og at øll fara at fara væl um tað, segði Kristian Davidsen millum annað og síðani beyð hann øllum umborð at síggja skipið.