Ein kanning av arbeiðs- og trygdarumstøðunum umborð á íslendskum skipum avdúkar, at næstan hvønn dag koma fráboðanir um óhapp, har fólk fáa skaða undir arbeiði umborð. Kanningin umfatar allar fráboðanir í árunum frá 2001 til 2005, og hon staðfesti, at hesi árini fekk tryggingarstovnurin 1.787 fráboðanir um óhapp, har fólk høvdu fingið skaða.
Herumframt vóru 17 vanlukkur, sum kravdu mannalív.
Umleið 90 prosent av fráboðanunum vóru um tilburðir umborð á fiskiskipum. Kanningarúrslitið skal nú brúkast til at bøta um trygdina umborð á skipunum, skrivar Mogunblaðið.