Týsdagin, 2. november var fyrsti harudagur, og av tí at líkindini um morgun vóru góð, vóru fleiri henda dagin í haganum og skutu harur.
Millum teirra vóru fjallmenninir í Heimhaga í Norðradali, soleiðis sum tað er í øðrum høgum eisini. Í áravís hava fjallmenninir havt hagan sum haruhaga.
Væl bar til henda dagin hjá teimum. Teir vóru fimm menn og fingu samanlagt 345 harur.
- Ættin var annars ikki góð, og út á dagin fór at regna. Hevði tað ikki verið, høvdu vit óivað sæð væl fleiri harur, sigur Annfinn Reinert, ein av harumonnunum.
Fleiri staðni siga tey frá nógvari haru í ár.
Hann sigur, at teirra hagi er ein góður haruhagi. Og betri er, um kavin liggur, tí høgættin rekur harurnar suðureftir.
Besti dagur, sum hann veit um, var í 1978. Tá fingu fýra menn 70 harur.
Vanliga fáa teir 80-100 harur um árið.
Ymist er, hvussu ofta teir eru eftir harum, og tað er fyri taå mesta bara fyrsta dagin, at allir eru við.