Nógv kend andlit umseta til føroyskt

Nýggjasta herferðin hjá Visit Faroe Islands hevur stuðul frá fleiri kendum føroyingum.

Løgmaður sigur útlendingum, hvussu man sigur "vælkomin til Føroya" og "eg gleði meg at hitta teg". Danny úr Danny and the Veetos sigur útlendingum, hvussu man sigur "mær dámar tað". 

 

Sirið Sørensen lærir fólk at siga "takk", Eydna Skaale lærir tey at siga "eg elski teg" og Mike vísir, hvussu man sigur "vælkomin til mítt heimland". 

 

Johanna av Steinum lærir tey at siga "kann eg seta tær ein spurning" og Sissal Kristiansen sigur "tú ert tann besta". 

 

Hetta eru bara nøkur av teimum mongu fólkunum, sum umseta fyri Faroe Islands Translate. Sí heimasíðuna og tey mongu andlitini, við at trýsta her.