Starvsstjórnin afturvald
Á landsfundinum hjá FUR vóru øll umboðini í starvsstjórnini afturvald
Broytingar í viðtøkum og reglugerð
Broytingarnar í viðtøkunum og reglugerð snúðu seg m.a. um greiðari reglur um upptøku av barna- og ungdómsfelagsskapum í FUR og um broytingar í samband við krøvini til dátuvernd.
Dátuvernd
Tá landsfundurin var av helt Eli Thorsteinsson, advokatur fyrilestur um dátuvernd og høvi var at seta spurningar.
Eli Thorsteinsson hevur staðið fyri arbeiðnum at gera tilfar fyri FUR um dátavernd. Tilfarið er ætlað feløgunum í FUR og fevnir um vegleiðing um dátuvernd og skabilónir til privatlívspolitikk og yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum. Feløgini í FUR kunnu sostatt brúka hetta tilfarið, sum er tøkt á heimasíðuni hjá FUR og víst var eisini til vegleiðingar á heimasíðuni hjá Dátuefturlitinum.
##med2##
Rói B. Poulsen
Tabletop Føroyar nýtt limafelag í FUR
Á landsfundinum var felagið Tabetop Føroyar upptikið sum limafelag í FUR.
Endamálið hjá felagnum er, at betra um borðspælumhvørvi í Føroyum m.a. borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.
Formaðurin bjóðaði felagnum vælkomið og vísti á, at við hesum felagnum verður FUR enn meiri fjølbroytt.
##med3##
Eli Thorsteinsson, advokatur helt fyrilestur um dátuvernd
FUR umboðar samantalt umleið 4.000 børn og ung í Føroyum yngri enn 30 ár, sum eru í sjálvbodnum barna- og ungdómsfelagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, skiftisnæmingar, skótar og annað barna- og ungdómsvirksemi.
##med4##
Eiler Poulsen, Esbern á Geilini, Eyðun Mellemgaard og Marius á Geilini, umboð fyri Tabletop Føroyar