? Heilt fitt av rúsevnum eru í umfari á Skálafjørðinum og í Eysturoynni sum heild. Tað verður nógv brúkt her inni eisini, sigur Kurt Rasmussen, ið er løgreglumaður í Eysturoynni.
Hann hevur verið við í narkobólkinum á løgreglustøðini í Havn. Í hesum bólkinum eru tveir mans í løtuni, men Kurt starvast nú inni í Eysturoynni.
Hann heldur, at tað er umráðandi ikki at bagatellisera hassj og onnur av teimum bleytaru rúsevnunum, ið verða flutt inn til Føroyar. Tey eru eisini ein hóttan og skulu takast í størsta álvara, heldur hann.
Løgreglan heldur, at uppáhaldið um, at rúsevnisnýtslan í Eysturoynni er vaksandi, als ikki er tikið úr leysum lofti, og at nakað er um henda trupulleika. Teir flestu íbúgvarnir munnu eisini kenna til hesi viðurskifti.
Ávísir bólkar
Tað er serliga um Skálafjørðin, at rúsevni verða seld og skifta hendur. Fjørðurin er miðdepil fyri oynna, og tí er tað natúrligt hjá seljarum at halda til har.
Løgreglumaðurin sigur, at tað er ávísir bólkar av ungum, ið nýta rúsevni. Hesir eru kendir av løgregluni, sum tó er ógvuliga lamin, tá tað kemur til at fanga brúkarar av rúsevnum og kanska serliga sølumenninar.
Tað er eisini ógvuliga vanligt, at tað eru heilt blaðung fólk, ið roykja og snodda rúsevni. Og evnini keypa tey frá eldri monnum.
Tað er tað sama mynstrið í Havn sum aðrastaðni kring landið.
? Vit hava ikki so góðar umstøður at arbeiða í, so at vit kunnu fáa fatur á bakmonnum og brúkarum. Vit fáa at kalla einki gjørt í okkara vanligu arbeiðstíð, tí tað krevur nakað eyka, sigur løgreglumaðurin.
Í løtuni er hesin trupulleikin ikki fremsta málið hjá løgregluni, men í næstum verður størri arbeiðsorka sett av til júst henda trupulleikan.
Tað gongur soleiðis fyri seg, at teir, ið smugla evnini til landið, skiftast um at taka váðan av hesum. Tí er tað torførari hjá lógarinnar varðmonnum at steðga hesum.
Rúsevnini verða sjálvsagt býtt út, har ungdómar savnast á kvøldi, og ein stórur partur av virkseminum hjá seljarum fer eisini fram í bilum.
Talan er mest um hassj, ið er mest nýtta rúsevnið í Føroyum. Men løgreglan sigur, at onnur rúsevni so sum kokain og amfetamin eisini verða nýtt.
Fyrimunurin við t.d. hassji er, at tað mangan er bíligari at fáa sær ein hassjrús heldur enn at nýta rúsdrekka, ið kann vera ógvuliga dýrt. Eisini slepst undan at fáa hundasjúku, sum mangan fæst eftir at hava nýtt rúsdrekka.
Mettaður marknaður
Løgreglan sigur seg kunna siga við vissu, at marknaðurin er mettaður. Nóg mikið er til, so at øll, ið ynskja sær ein rús, altíð kunnu bera so í bandi, at tey fáa nøkur gramm til keyps. Tað er tí altíð lætt at fáa hendur á.
Rúsevnini verða flutt inn í landið á einfaldan hátt, og tað er kanska ov lætt hjá smuglarum.
Fyri viku síðani funnu tollarar fimm kilo av hassji í einum eykahjóli, ið hekk undir einum bili. Hesuferð vórðu smuglararnir tiknir, men hjá fleiri øðrum smuglarum er tað eydnast at fáa rúsevnini inn við sær.
Løgreglan sigur eisini, at tann einstaki borgarin væl kann gera meira við at hjálpa løgregluni í stríðnum móti rúsevnum.
Hetta kann gerast við at boða løgregluni frá, um tey hava illgruna til onkran, ella um tey varnast okkurt illgrunasamt.