- Politiið í Vágum má undir ongum umstøðum skerjast. Vit vilja harðliga mótmæla ætlanunum at skerja politiið í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi.
Tað siga báðar kommunurnar í Vágum, Vága kommuna og Sørvágs kommuna.
Tær vísa á, at í Vágum eru stórar avbjóðingar.
- Flogvøllurin liggur her vesturi, og eisini vita vit, at sera nógv rúsevni eru millum ungdómin í oynni. Hetta er ein avbjóðing, sum politiið higartil ikki hevur maktað og sum hevur kostað okkum, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu, eins og vandin er stórur fyri, at vit missa fleiri.
Kommunurnar í Vágum heita tí alment á fútan um at koma á fund við borgarstjórarnar í oynni skjótast gjørligt.
- Á fundi vilja vit greiða nærri frá støðuni her vesturi og frá tørvinum á politi í oynni, leggja kommunurnar afturat.