Nógv upp og niður

Hjá B36, sum smurdi FS Vágar av, var tað bara upp, meðan KÍ og NSÍ skiftust um at vera yvir og undir

Løgmanssteypið

Kappingin um Løgmanssteypið er ofta meiri venjingardystir, heldur enn steypakapping, har tað í einum og sama dysti ræður um at vinna fyri at sleppa víðari í næsta umfarið.
B36 fekk lítla dystarvenjing, tá ið FS Vágar vitjaði í Gundadali leygardagin. Styrkismunurin var alt ov stórur. B36 vann 9?0, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri við fýra málum. Á plusssíðuni hjá B36 taldi, at fleiri ungir spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, fingu høvi at royna seg.
Kenneth Jacobsen stútaði til 1?0, Jens Kristian Hansen økti til 2?0 eftir horna, Levi Hanssen var fyrstur á returbólti, og Bárður Mortansson syrgdi fyri síðsta málinum í 1. hálvleiki eftir fínt álop og innlegg frá Arnbirni Danielsen.
Eftir steðgin helt einvegis ferðslan fram: John Petersen skoraði, tá ið Pól Thorsteinsson hevði spælt hann leysan, og sami maður átti næstsíðsta fótin, tá ið Bárður Mortansson økti ti 6?0. Jóhan V. Gunnarsson, sum var komin inn í vinstru, legði fleiri ferðir væl innfyri. Tað takkaði Bárður Mortansson fyri, tá ið hann økti til 7?0, og Jóhan átti eisini næstsíðsta fótin á, tá ið Tórður Hentze, sum fyri fyrstu ferð var komin á besta liðið, tá ið hann hevði loyst John Petersen av, skoraði til 8?0, og so staðfesti veteranurin Jens Kristian Hansen.

Skiftust um
Meiri dystarvenjing enn teir í B36 fingu KÍ og NSÍ í Klaksvík. Fyrra partin av fyrra umfarinum spældi heimaliðið við stórari ferð. Erling Fles legði KÍ framum, eftir at Jacob Bymar hevði stungið fram ímillum, og Erling var um reppið at økja, tá ið hann lyfti upp um Jens Martin Knudsen, men bólturin rakti tvørtræið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki fór ferðin eitt sindur úr heimaliðnum, og so átti NSÍ tørn seinna partin av fyrra og fyrrapartin av seinna umfarinum. Brynjolvur Nielsen javnaði undan steðginum. Frísparkið hjá honum nært ein av teimum í manngarðinum og snýtti Jákup Mikkelsen eitt sindur.
Eftir stegin stútaði Helgi L. Petersen NSÍ framum eftir horna og snittara frá nærra og til handara stólpan. Helgi var um reppið at økja um leiðsluna eftir horna, men bólturin tók stólpan skeivu megin.
Tá ið KÍ kom afturíaftur gekk striltið at fáa mál, men tað eydnaðist í síðstu løtu. Eftir horna og eitt sindur aftur og fram var Jacob Bymar fyrstur á, eftir at Símun Joensen hevði stútað upp á tvørs, og tað var um reppið, at KÍ fekk eitt mál afturat. Stig Edvin Aksnes sneiddi uttanvert brotsteigin framvið Jens Martini Knudsen, og tá ið hann sendi ímóti málinum rakti bólturin í ein verjuspælara. Klaksvíkingar vildu halda, at hesin hevði nýtt hondina, men dómarin, Suni Johansen, hevði ikki somu áskoðan.

B36?FS Vágar 9?0 (4?0)
1?0: Kenneth Jacobsen 13.
2?0: Jens Kristian Hansen 20.
3?0: Levi Hanssen 36.
4?0: Bárður Mortansson 43.
5?0: John Petersen 47.
6?0: Bárður Mortansson 60.
7?0: Bárður Mortansson 65.
8?0: Tórður Hentze 80.
9?0: Jens Kristian Hansen 89.
B36: Tróndur Vatnhamar ? Kenneth Jacobsen (Bárður J ), Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen ? Niels Joensen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen ? Levi Hanssen (Jóhan V. Gunnarsson, 63.), Bárður Mortansson, John Petersen (Tórður Hentze, 77.)
FSV:

KÍ?NSÍ 2?2 (1?1)
1?0: Erling Fles
1?1: Brynjolvur Nielsen
1?2: Helgi L. Petersen
2?2: Jacob Bymar
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Jan Andreasen, Atli Danielsen, Niclas Niclassen, Marek Wierzbicki ? Arnold Joensen, Jan Joensen (Eyðun Klakstein, 46.), Jacob Bymar, Símun Joensen ? Erling Fles, Stig Edvin Aksnes (Julian Samuelsen, 78.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Jústines R. Hansen, Kári Hansen (Rúni Rasmussen, 68.), Eddie Mikkelsen (Andy Olsen, 46.) ? Helgi L. Petersen, Dánial Hansen (Jóhan Troest Davidsen, 83.)