Nógv virksemi í deplinum í Skálavík

Nógv fólk hava nýtt høvi at vitjað depilin Immanuel í Skálavík, sum lat upp fyri einum mánaði síðani.

- Vit hava havt nógvar gestir hesar fyrstu vikurnar, og vit eru sera væl nøgd við byrjanina.

Tað sigur Heðin Lamhauge, sum saman við konuni Rúnu er leiðari á deplinum Immanuel. Hann sigur, at har hava verið føðingardagar, ymisk hátíðarhald, bólkar av ferðafólkum og skeiðsdagar hava verið hildnir.

- Og øll, sum hava verið her, hava latið væl at. Tey halda, at tað er sum at koma í eina aðra verð - sum at koma í eina bygd, sigur Heðin Lamhauge.

Depilin hevur seingjarpláss til 48 fólk. Ein stórur salur er, sum eisini kann býtast sundur í tveir. Í stóra salinum er pláss fyri 450 fólkum. Har er matstova, Gallan, sum er opin fyri øllum gestum, bæði búgvandi og ikki búgvandi. Har er morgunmatur, miðmáli og døgurði at fáa. Uttanfyri hava tey eitt stórt boblubað við heitum vatni – og tað er sum at sita í heitum pottum í Íslandi.

– Fyrsta stóra tiltakið, vit høvdu, var ein lega við 120 fólkum, og tað eydnast væl, sigur Heðin Lamhauge.

Depilin verður opin í juni, juli og í august sum gistingarhús, har opið er fyri øllum. Eftir ta tíð gera tey av, hvussu framtíðin verður – tað verður alt eftir tørvinum.

- Nú fáa vit at síggja, hvussu stórur eftirspurningurin verður, og so er avbjóðingin hjá okkum at fáa nóg mikið av starvsfólkum, sigur hann.

Fyrstu royndirnar, tey hava gjørt sær, eru, at tað krevur sera nógv at hava eina matstovu.

- Tað krevur ein stóran innsats, tað fer við minst helvtini av innsatsinum. Men tað ber jú ikki til at reka eitt gistingarhús uttan matstovu, sigur Heðin Lamhauge.

Enn hevur matstovan í deplinum ikki skeinkiloyvi. Men til afturlatnar veitslu ber til at hava øl og vín aftur við matinum - eitt nú til brúdleyp og annað.

Heðin Lamhauge sigur, at tey eisini hava gjørt sær royndir við, hvussu gott tað er at hava góðar undirveitarar at samstarva við. Hann vísir á ferðavinnuna í Sandoynni og vísir á stóra áhugan fyri útferðum til eitt nú mentanartiltøk og hvussu hugaligt tað er, tá slíkt smittar av.

Hóast depilin hevur verið ætlaður til møtivirksemi og annað í tí sambandi, so vísir Heðin Lamhauge á, at depilin er ætlaður til alt virksemi.

– Eiler gav depilin til fólki í Skálavík og í Sandoynni til alt tað virksemi, sum kann rúmast, og soleiðis er talan um eindømi í Føroyum, sigur hann.

Ætlanin er nú at byggja uttandura spælipláss, og umhugsað verður at byggja ein golfvøll vestanfyri við nøkrum holum og eitt minni øki, so børnini eisini kunnu vera við. Eisini verður gjørt eitt kampingpláss til tjøld og eitt til húsvognar við vatni og streymi og har sleppast kann av við spillvatnið. Fólk á kampingplássinum kunnu so eisini nýta hentleikarnar í deplinum.

Meira kann lesast um depilin á www.depil.fo