Aftur hesaferð hevur Sosialurin bás á altjóða fiskivinnustevnuni við bæði tíðindafólki og fólki av marknaðardeildini. Nógv vitjandi hava verið á básinum allar stevnudagarnar. Nógv hevur verið prátað, og nógv nýggj hald eru teknað Hetta er í hvussu er triðju ferð á rað, at Sosialurin hevur bás á altjóða fiskivinnustevnuni, North Atlantic Fish Fair. Vit vóru við, tá seinasta stevnan varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn í 2003, og vit vóru eisini við, tá fyrsta stevnan varð hildin í høvuðsstaðnum í 2005.
Aftur hesaferð hava vit bás, sum er mannaður við tveimum tíðindafólkum og fólki av marknaðardeildini.
Nógv vitjandi hava verið á básinum, og nógv hevur verið prátað. Roynt verður eftir førimuni at greiða frá ymiskum av tí, sum er at síggja á stevnuni.
Hetta eru hugnaligir dagar, sum í løtum eisini kunnu vera strævnir og eitt sindur rokasligir, tá tú bæði skalt taka ímóti fólki og samstundis royna at fáa okkurt úr á Portal.
Á básinum fáa viðskiftafólk - bæði verandi og komandi - eina kunning um blaðið og teir møguleikar tey hava sum haldarar, lýsarar og viðskiftafólk annars.
Nógv nýggj hald eru teknaði hesar dagarnar og fólk, sum hava verið fram við, hava fingið eina hóming av, hvat tað merkir at gera blað og Portal.