Nógvar grannauppgerðir í dag

Fleiri stórdystir eru á skránni í ymsu heimligu kappingunum í Evropa í dag. Fyrsti teirra hevur longu verið, og hann var millum Milano-feløgini, Inter Milan og AC Milan. Hendan dystin vann Inter Milan 2-1.

Í løtuni spæla London-feløgini Blackburn og Chelsea, meðan kl.18 verður spanskt brak millum arvafíggindarnar úr FC Barcelona og Real Madrid. Flestu føroyingar hava møguleikan at fylgja hesum dystinum beinleiðis á Kanal 5, sum altso byrjar kl.18 føroyska tíð.