Nógvar koyrivillur í Kanada

Royndir sum óroyndir bilførarar koyrdu útav, snaraðu runt og summir brutu enntá bilar sínar, tá kanadiska formel 1 kappingin varð koyrd sunnukvøldið

Formel 1

Hóast Fernando Alonso ikki veruliga varð avbjóðaður á veg til sigurin í kanadisku formel 1 koyringini, so var koyringin bæði spennandi óvanlig og hendingarík. Men fyri heimsmeistaraheitið hvørvur spenningurin spakuliga fyri hvørja koyring, ið fer afturum. Við níggju koyringum eftir er spaniumaðurin 25 stig framman fyri Michael Schumacher.
Byrjanin var sera hendingarík, Giancarlo Fisichella tjóvstartaði av øðrum plássi og fangaði seg sjálvan í tí, í eini roynd í at steðga aftur, fekk hann eina sera ringa byrjan har Räikkönen fór framvið honum, harafturat førdi tjóvstarturin til eina gjøgnumkoyringar revsing, ið sendi hann fleiri støður aftur.
Eisini Michael Schumacher fekk eina ringa byrjan, tá bæði Nico Rosberg og Juan Pablo Montoya fóru framvið honum. Kappingin millum hesar báðar var sera hørð, og áðrenn fyrsta umfar var av høvdu teir rent saman, soleiðis at Rosberg gavst á staðnum og Montoya mátti í pitt at skifta gron á bilinum. Montoya endaði tó við at renna á veggin og bróta bilin á 13. umfari.
Eisini teir báðir Midland koyrarnir flættaðu hjól á fyrsta umfari, meðan Albers gavst á staðnum, noyddist Monteiro í pitt at skifta gronina.
Koyringin var merkt av nógvum koyrivillum, bilar koyrdu alla tíðina útav, og ikki færri enn 8 bilar góvust áðrenn tíð. Eitt nú vóru Schumacher brøðurnir millum teir koyrarar, ið vóru oftast av breytini.
Tá heimabreytsfavoritturin Jaques Villeneuve koyrdi á veggin við 8 umførum eftir, kom trygdarbilurin triðju ferðina á breytina, og feltið varð savnað. Hetta skapti nøkur spennandi umfør, har m.a. Michael Schumacher tók annað pláss frá Kimi Räikkönen, og Coulthard tók seinasta HM stigið frá Jenson Button.