Nógvar kvinnur gera sær negl hjá Bjørg

Bjørg Lamhauge er ein av teimum heilt dugnaligu neglateknikarunum í Keypmannahavn, sum nógvar føroyskar kvinnur vitja fast

Gjøgnum seinastu árini er tað blivið sera populert millum kvinnur at gera sínar negl fínar hjá neglateknikara. Hesin áhugin vindur bara upp á seg, leggur føroyska Bjørg Lamhauge til, sum nógv kenna gjøgnum Instagram-brúkaran “nailsbybjorg”.

– Trendurin innan negl er vaksin seinastu árini, líka sum alt annað innan persónliga røkt, sigur hon millum annað í samrøðu við Sosialin.

– Neglirnar eru nakað, man leggur merki til hjá fólki, man møtir, sigur hon eisini og greiðir frá, hvat hetta hevur at siga, og hvussu hon er komin har til, hon er í dag við sera nógvum kundum og fylgjarum á sosialu miðlum.

Les longri samrøðu við Bjørg Lamhauge í Sosialinum, sum kemur út í dag.