Nógvar milliardir til Afghanistan

Í dag byrjaði ein altjóða Afghanistan-ráðstevna í japanska høvuðsstaðnum Tokyo, og har fara umboð fyri fleiri lond at tosa um, hvat skal henda í Afghanistan, tá teir útlendsku hermenninir fara haðani í 2014.

Frammanundan hava ymisk lond játtað at lata Afghanistan 16 milliardir dollarar í menningarhjálp tað næsta fýra ára skeiðið. Tað skrivar BBC.

USA, Japan, Týskland og Bretland eru tey londini, sum hava latið Afghanistan mest, men stuðulin frá teimum er treytaður av, at tann politiska leiðslan í Kabul fremur tiltøk, sum skulu fáa enda á teirri umfatandi korrupsjónini í umsitingini.