Nógvir amerikanarar í gegli

USA liggur langt fremst í eini uppgerð yvir heimsins fangar.

Fimm prosent av heimsins íbúgvum búgva í USA, men 25 prosent av øllum fangum sita í fongsli í USA. Ein bretskur stovnur hevur gjørt upp, at umleið 2,3 milliónir amerikanarar sita í gegli. Orsøkin skal vera, at amerikanarar hava strangar lógir og reletivt nógvan kriminalitet.