Nógvir kontroversiellir filmar í 2006

2006 varð árið, ið gav okkum filmar sum King Kong, Walk the Line, Capote, Match Point, München, Corpse Bride hjá Tim Burton og filmar sum Crash og Borat. Tað vóru filmar sum The Wind That Shakes the Barley (Loach) og Brockeback Mountain (Ang Lee), ið gjørdust stóru vinnarnir í Cannes og til Oscar Virðislønina í 2006. Alment kunnu vit siga, at tað ikki eru stóru ævintýrini fólk vilja síggja, men politiskar filmar og kontroversiellar filmar

Nógvir stórir filmar og mainstreamfilmar í 2006 vóru um rasuórógv og rasismu, so sum Crash, um samkynd, Brokeback Mountain, politiskur rotinskapur í 50’unum Good Night, and Good Luck, hesir eru allir kontroversiellir. Filmurin ”Capote” er eisini um samkynda høvundan Truman Capote, ið fór til grundar av at skriva eina bók um morð. Steven Spielbergsa "Munich” er eisini ein politiskur filmur um yvirgang í München í 1972. Hollywood kom í ár at geva virðislønir til álvarsamar og politiskar filmar um umstrídd evni.
Tað eru tó ikki hesir filmar, ið vit hava tosað um, men meiri filmar sum The da Vinci Code, ið gjørdist hin mest umtalaði filmurin í Føroyum í 2006. Hetta kom ikki minst av at Havnar Bio, ikki vildi vísa filmin, tí hesi mettu at hann var blasfemiskur. Hesi tíðindi fóru kring heimin, og Føroyar vóru á forsíðunum á alheimspressuni eina løtu, har Sosialurin varð siteraður fyri samrøðuna, ið undirteknaði gjørdi við leiðsluna av Havnar Bio.
Ein annar filmur, ið var for kontroversiellur fyri Havnar Bio var Brockeback Mountain um (skáps)samkyndar seyðamenn og homofobi í USA. Hesin fekk sum sagt allar tær stóru virðislønirnar við Oscar Virðislønina 2006, m. a. virðislønina sum ársins filmur.

Nógvir filmar um umstrídd evni í 2006
Annars vóru nógv fleiri politiskir filmar í 2006, so sum Syriana (um amerikanskan uttanríkispolitikk og muturkapprenningina um blóðpening og oljuna í Miðeystri), Good Night and Good Luck (um McCartney tíðina í 50’unum, men eisini um okkara tíð við Bush), München (um yvirgang í 70’unum, men sjálvandi um okkara tíð eisini), World Trade Center og United 93 (fyrstu filmarnir beinleiðis um 11. september 2001).
Í Danmark var tað hin politiski, og alt annað enn væleydnaði, endin á triologiini hjá Per Fly Drabet, ið fekk ein Bodil sum ársins filmur.
Danskur filmur er annars ikki ov góður nú á døgum. Í 2006 sóu vit vánaligar filmar sum Mørke, Nynne, Grønne Hjerte, Sprængfarlig bombe og Lotto, men eisini góðar filmar sum Drømmen og En Soap.
Í Berlin fór Gullbjørnin til filmin hjá Jasmila Zbanic ”Grbavica” og Silvurbjørnin (Jury Grand Prix) til danska filmin ”En Soap” hjá Pernille Ficher Christensen. Michael Wintherbottom og Mat Whitecross fingu eina Silvurbjørn fyri bestu leikstórn av filminum ”The Road to Guantanamo”, ið varð vístur í Miðlahúsinum herfyri í Føroyum.
Ein av góðu filmunum í 2006, ið eisini er sera kontrovesiellur, er hin framúrskarandi filmurin Transamerica, ið er um ein transvestitt. Hin meiri breiði politiski filmuri Lord of War var eisini sera góður.
Filmurin Borat, var eisini ein politiskur filmur og ein perla. Borat var ein av figurunum og eftirhondini stjørnan frá “Da Ali G Show”. Spældur av Sacha Baron Cohen. Borat er altíð púra ”clueless” og anar ikki, hvat hann skal ella eigur at gera. Hann er bæði sjálvglaður og fullkominliga blankur. Hansara sinnalag, er sum ein alfrøði av óvitan og fordómum. Hann er fordómsfullur um alt og øll, tosar niður á kvinnuna.

Teir smølu og góðu breiðu
Nógvir filmar koma bert at liva millum fá fólk á DVD, ein av hesum er óføru Litle Miss Sunshine, Me You And Everyone We Know, Lord of War, Jarhead og Palindromer (Solondz), hesir fáa ikki somu áskoðarafjøld sum t. d. Mission: Imposible III, X-Men: The Last Stand ella nýggja James Bond filmin, men eru meiri verdir.
Tað er ofta ikki innan mainstreamfilmin, ið vit finna perlurnar, nærum alt sum kemur í Havnar Bio er breitt og hálvvánaligt. Eg havi persónliga ein heilt annan smak sjálvur, har filmar sum Broken Flowers hjá Jarmush og Don´t Come Knocking hjá Wenders fingu meg at frøast í 2006. Eisini filmar sum Factotum, ið er ein filmatisering av eini Bukowskisøgu var super.
Filmurin Gå og bliv den du er, Lady in The Water, Skjult og De Skæbneløse vóru stór og áhugaverd verk. Løgni Palindromer hjá Todd Solondz var eisini nakað serligt.
Spanski filmurin Volver hjá Almodóvar var eisini ein stórur filmur. Hin stuttligi Thank you For Smoking, og hin vakri The Squid and The Whale vóru sera góðir báðir.

King Kong vónbrot
Tað vóru nógvir filmar í 2006, ið vóru nógv umtalaðir og fingu nógva ókeypis og dýrt keypta lýsingartíð, men sum tó standa sum rein flopp. Ein av hesum var sjálvandi The da Vinci Code, men filmar sum Brockeback Mountain, Capote og King Kong vóru eisin vónbrot.
Hesin ummælarin helt ikki nógv um hin politiska filmin Brockeback Mountain ella um filmin Capote, ið er um hin deiliga eksentriska og samkynda rithøvundan Truman Capote. Capote er sera væl spældur av tí geniala Philip Seymore Hoffman, men onkunsvegna helt eg filmin vera sera vanligan og keðiligan.
King Kong kom heldur ikki at fungera rættuliga sum filmur. Hann er ein ”super-size” filmur við fimm litrum av kola, sum er ov dramatiskur. King Kong varð eisini nærum gloymdur til Oscar Virðislønina í 2006.
Ein av teim meiri løgnu filmunum í 2006 var Narnia – Løven, heksen og gardarobeskabet, ið er ein heldur kristin filmatisering av ein av skaldsøgunum fyri børn hjá C.S. Lewis.
Ein sera miseyndaður filmur frá 2006 var The New World hjá Malick, ið gjørdi The Thin Red Line.
Tað er sum um ævintýrgenran stendur í stað fyri tíðina. Síðani Ringanna Harri filmarnir ikki koma longur, og Harry Potter røðin er um at enda, so er ikki so nógv gott at kasta seg oman yvir fyri fantasyhungrandi áskoðarar, annað enn hin heldur vánaliga Eragonfilmin. Seinni í 2007 kemur Potter tó aftur, og Jackson er farin í gongd við meiri Tolkien tilfar. Hinir partarnir av Eragon verða vit helst ikki spard fyri.

Johnny Cash og Gasolin
Ein av teimum mest elskaðu filmunum í 2006 var “Walk the Line”, ið er um countrysangaran Johnny Cash. Her er dentur lagdur á at lýsa ævisøguna og mytuna um hesa modernaðu legenduna innan tónleikasøguna.
Cash er áhugaverdur, men tað er hesin filmurin ikki. Tað er alt ov lítil pína í filminum. Í sangunum har aftur ímóti ein meturvíð tunnel aftur til pínuna frá barnaheiminum. ”Walk The Line” megnar ikki at fanga hetta stóra menniskja. Filmurin leggur mest dent á kærleikssøguna og eina nokso smáborgarliga og smáliga søgu um Cash og hansara misnýtslu.
Tað er sum sum um tað er við at framkoma ein stór fortíðardyrkan, ein longsul eftir næru fortíðini.
Í 2006 kom eisini filmurin um stóra danska 70’ara orkestrið Gasolin. Nú fingu vit søguna um orkestrið, sum rein nostalgi.

Fleri góðir animatiónsfilmar
Í 2006 vóru nógvir sterkir animatiónsfilmar og teknifilmar. Ein av teim bestu var Wallace & Gromit: The Curse of the Were-Rabbit, ið hevur kend fólk sum Helena Bonham-Carter og Ralph Fiennes (The English Patient), ið leggja røddir til. At síggja hendan filmin er veruliga forkunnugt. Sum at fáa ein heilan posa av bommum, ið smakka sum einki man hevur roynt fyrr. Her er ein heilur heimur av løgnum uppfinningum, av ótrúliga sermerktum persónum og orginalum hendingum. Alt er so ótrúliga fitt, enskt og stuttligt.
Ein góður gamal kenningur var eisini Ice Age II. Tað er originalt at gera ein teknifilm um ístíðina, og sera læruríkt fyri børnini.
Pixar, Dreamworks og Disney berjast um hvønn mola á hesum marknaðinum. Disney kom við tí vánaliga Litte Kylling, men eisini við tí óføra Cars. Dreamworks við Over the Hedge.
Cars er ein flott gjørdur animatiónsfimur frá Disney, rættuliga genialur við ótrúligum tónleiki allan vegin. Disney fyritøkan hevur gjøgnum árini givið okkum barnafilmar sum Alice in Wonderland, Snjóhvíta og Bambi.
Ein hin mest áhugaverdi filmurin innan animatiónsgenruna í 2006 er Corpse Bride hjá Tim Burton.

Post 9/11 innan filmin
Støðan eftir 11. september 2001, innrásina í Afganistan og í Irak hevur skapt eina meiri politiska filmlist, og filmurin ”Syriana” er ein slíkur filmur, ið kann tæna sum eitt felagsmerki og møguliga sum eitt høvuðsverk innan hesa politisku list í 2006. Sjálvandi vóru filmarnir um 11. september 2001 eisini umráðandi innan hetta rákið. Bæði World Trade Center og United 93 vóru skelkandi og óhugnaligir filmar. Filmurin ”World Trade Center” hjá Oliver Stone er rættuliga syrgiligur og ein harður filmur um sorg, sakn og hørð odds fyri tey, sum mist teirra kæru hendan dagin. Filmurin er góður, hóðast hann í støðum er eitt vet for melodramatiskur.

2006 fleiri politiskir filmar
Tað var ikki bert The Road to Guantanamo”, ið var politiskur í 2006. Síðani Michael Moore fekk í 2004 Pálmurnar í Cannes fyri politiska dokumentarfilmin Fahrenheit 9/11, ið snúði seg um uttanríkispolitikkin hjá George W. Bush, er tað sum um annar hvør filmur tekur okkurt kontroversielt evni fram. Ein filmur sum ”Good Night and Good Luck” er eisini ein av hesum fjaldu kommentarunum til okkara tíð og til Bush. Sjálvt um søgan gongur fyri seg í 50’unum og snýr seg um McCartyismu, so er hann um Bush.
Filmurin München hjá Steven Speilberg München varð eisini ein merkeliga aktuellur filmur, ið yvirhøvur ikki snýr seg um 1972, tí yvirgangur er eitt so kontroversielt mál í dag.
Wim Wenders eisini fyri stuttum gjørt ein kritiskan film um USA kallaður Land of Plenty. Wenders var eisini frammi við geniala og vakra road-filminum ”Don´t Come Knocking”.
Kanska hin besti filmurin í 2006 var hin týski De andres liv. Týskarar eru seinastu árini farnir at viðgera sera áhugaverd evni, ein av hesum var Der Untergang og seinni filmurin Napola, ið er um ein skúla fyri dreingir í 1940.
Belgisku Dardenne brøðurnir góðu okkum sosialrealistiska Cannesvinnaran L’enfant. Ein av perlunum í 2006 var hin sera stuttligi austaliski filmurin Look Both Ways.