Nógvir løkir smáir gera stóra nyttu kring landið

 Tað ræðir um at halda gongd í virkseminum kring landið, sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Løgtinginum

Landsvegir

 Talan er kanska ikki um teir stóru pengarnar. Men tað ger stóran mun kring landið.
Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, fegnast um, at tað hevur eydnast at halda lív í fleiri útbyggingum kring alt landið í ár.
Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar, strongdi vinnunevndin á fyri at fáa meiri pening settan av til ymisk arbeiði runt umkring.
Ætlanin er bæði at skunda undir at fáa summar útbyggingar lidnar og um at halda lív í ymsum arbeiðum kring landið, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at hóast talan í nógvum førum er um smáarbeiði og um smáar upphæddir, ger tað stóran mun á ymsum plássum kring landið, eisini sum arbeiðsskapandi tiltøk.
Í hesum sambandi fekk vinnunevndin tað ígjøgnum, at játtanin til nógv umstrídda Norðskálatunnilin nú verður hækkað eina millión, so at Landsverk í ár kann arbeiða fyri sjey milliónir.
Annars ætlaði landsstýrið at brúka seks milliónir til endamálið í ár.
 Nú hevur Landsverk arbeitt leingi í Norðskálatunlinum. Tað hevur darvað ferðsluni heilt nógv og seint um kvøldið og um náttina er tunnilin stongdur so at tað bara slepst ígjøgnum hann einaløtu annanhvønn tíma.
 Útlit vóru til at hetta fór at standa við í fleiri ár afturat, men nú eyka peningur verður settur av til arbeiðið, kann tað gerast liðugt í 2007.
Somuleiðis er nú meiri peningur settur av, so at Gásadalstunnilin kann verða liðugur í ár. Landssyrið ætlaði at brúka tvær milliónir upp á Gásadalstunnilin í ár, men nú er 1,8 millión sett av afturat og tað skuldi verið nógv mikið til at gjørt tunnilin lidnan fyri.
Annars eru tvær milliónir settar av til vegin ímillum Oyrareingir og Signabø, har landsstýrið annars ætlaði, at onki skuldi gerast og samstundis verður játtanin til vegin ímillum Skálabotn og Strendur økt eina hálva millión og kemur sostatt upp á 9,5 milliónir.

Trý arbeiði í Suðuroy
Eisini í Suðuroy verða eyka pengar settir av fyri at halda lív í ymsum arbeiðnum. Landsstýrið ætlaði ikki at gera nakað við vegin ímillum Lopra og Akrar í ár, men nú fekk vinnunevndin Løgtingið at játta 300.000 krónur til Akravegin.
 Nokk so fitt av vegnum er breiðkað, men nú er so tryggjað, at arbeiðið kann halda fram og tað er ein stórur bati, tí hann er so smalur, at tað hevur verið mett at vera hættisligt at koyra eftir honum, serlgia við bussum og øðrum størri bilum.
Landsstýrið ætlaði heldur ikki, at nakað skuldi gerast við Bakkaverjuna í Sumba í ár, men eisini tað fekk vinnunevndin broytt, so at tað verða settar 300.000 krónur av til Bakkaverjuna.
Brimið máar illa burturav bakkaverjuni og nóg lendið er farið í havið. Seinastu árini er tó nógv gjørt fyri at verja bakkan og tað arbeiðið kann so halda fram í ár.
Og at enda fekk vinnunevndin borið so í bandið, at 400.000 krónur verða settar til til ábøtur á vegin ímillum Øravík og Fámjin.
 Hetta er ein nýgga játtan og hon er tiltrongd, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at vegurin er ógvuliga smalur, kringlutur og heyggjutur og hann metir at nakað kann fáast burturúr eini slíkari játtan, serliga nú tilfar kann fáast úr Hovstunlinum, sum farið verður undir at bora í næstu framtíð.
Hann vísir á, at um ikki so heilt nógv ár, verður tunnil helst gjørdur til Fámjins og tí sigur hann, at peningurin kann brúkast á einum strekki, har vegur framhaldandi skal vera