Ein uppgerð hjá norsku tryggingarfeløgunum vísir, at í fjør vóru meiri enn 500 samanstoytir í norsku ferðsluni um dagin, og at tryggingarfeløgini fingu fráboðan um meiri enn 600.000 skaðar.
Skaðarnir kostaðu tryggingunum 8,3 milliardir krónur, og tað var fimm prosent meiri enn í 2001. Sambært tryggingarfeløgunum er hetta alt ov nógv, og feløgini vísa samstundis á, at nógv tey flestu ferðsluóhappini stóðust av ósketni.
? Høvdu fólk lært at seta bilin frá sær, tá tey drekka, og høvdu fólk hildið seg innan fyri hámarksferðina, hevði talið á deyðum í ferðsluni verið helvtina minni, enn tað var í fjør. Tað vil siga, at 150 mannalív kundu verið spard, siga tryggingarfeløgini.