Á størru skúlunum kring landið er ymiskt, hvussu gongur at halda tímatalvuna.
Yngru og sáttmálasettu lærararnir eru raktir av arbeiðssteðgi. Men sera ymiskt er, hvussu heilsustøðan er hesa vikuna hjá lærarum, ið eru tænastumenn.Talið av sjúkum tænastumonnum í gjár er skelkandi.
Í Havn er heilsustøðan hjá tænastumonnunum í skúlunum sera vánalig.
Í Kommunuskúlanum í Havn sigur stjórin, at talan er um kaos og støðan er vónleys. Har eru 40 lærarar. 16 teirra eru í arbeiðssteðgi, men harafturat eru 6 lagstir sjúkir.
Á Eysturskúlanum í Havn er sama støðan. Av teimum 43 lærarunum, eru 18 í arbeiðssteðgi. Men umframt vóru í gjár 9 lagstir sjúkir. Stjórin bar skúlan saman við ein friðarligan bygdaskúla.
Á Venjingarskúlnaum í Havn starvast vanliga 41 lærarar. 17 teirra eru raktir av arbeiðssteðgi og umframt lógu 11 sjúkir í gjár.
Eisini í Klaksvík merkist fyribrigdið.
Á Skúlanum við Ósánna er tey sloppin væl. Eingin lærari er sjúkur, men 11 av teimum 29 lærarunum eru raktir av arbeiðssteðgi.
Verri er á Skúlanum á Ziskatrø. Har er virksemið óregluligt. Har starvast vanliga 35 lærarar, harav 8 eru í arbeiðssteðgi. Umframt eru 9 tænastumenn lagstir sjúkir.
Í Suðuroynni er heilsustøðan hjá lærarum góð. Men eisini har merkist arbeiðssteðgurin.
Hóast sjúka millum tænastumenn ikki ger seg galdandi har, so er virksemið í skúlunum á Tvøroyri og í Vági darvað.
Í Vági eru 4 av teimum 22 lærarunum raktir av arbeiðssteðgi, men tænastumenninir eru enn við góða heilsu.Tó hevur verið neyðugt við ymsum nýggjum ætlanum, fyri at fáa skúlan at virka
Á Tvøroyri eru 7 av teimum 25 lærarunum raktir av arbeiðssteðgi, men eingin tænastumaður er raktur av sjúku. Har sigur stjórin, at næmingarnir hava skikkað sær væl, men eru farnir at troyttast av, at so nógvir millumtímar eru, har eingin lærari er.
Í skúlanum á Giljanesi vestri í Vágunum merkist arbeiðssteðgurin. 5 av teimum 25 lærarunum eru raktir av arbeiðssteðginum. men eisini har er heilsustøðan milum tænastumenn góð og øll eru til verka, ið eiga at vera.
Sum heild meta skúlastjórarnir á størru skúlunum kring landið, at støðan er álvarslig. Nakrir teirra meta, at talan verður um langan arbeiðssteðg.
Eisini bera teir banga fyri børnunum, tí ein ávís skylda, juridisk og moralsk, hvílur á skúlunum viðvíkjandi børnunum. Og sjálvsagt er í huganum hjá skúlaleiðslunum, hvat kann henda børnunum, nú starvsmegin er viknað, og vánaligt eftirlit er við børnunum.